Tað er ikki so lítil møguleiki fyri, at tað eftir hetta kappingarárið ikki verður nøkur flyting millum bestu og næstbestu fótbóltsdeildina, ella at tað bara verður eitt lið og ikki tvey, sum fara at flyta upp.
Ásetingarnar siga, at tvey tey niðastu í bestu deildini flyta niður í næstbestu deildina, og at tvey tey bestu í næstbestu deildini flyta upp í bestu deildina.
Ásetingarnar siga eisini, at um tvey tey bestu í næstbestu deildini frammanundan eru umboðað í bestu deildini, so verður nummar trý at flyta upp. Um trý tey fremstu í næstbestu deildini frammanundan eru umboðað í bestu deildini verður eingin upp- og niðurflyting.
Fýra umfør eru higartil avgreidd í næstbestu deildini. Úrslitini og harvið støðutalvan siga, at fleiri av næstbestu liðunum hjá teimum, sum eisini eiga lið í bestu deildini, eru rættiliga stinn, tá ið sammett verður við B68, AB og Giza Hoyvík, sum eru einastu liðini í næstbestu deildini, ið ikki eisini eiga lið í bestu deildini.
Í gjár vann B68 1-0 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá KÍ, og í Gundadali endaði grannauppgerðin millum Giza Hoyvík og teir næstbestu hjá HB 1-1. Á Argjum løgdu teir næstbestu hjá Víkingi seg framum, men AB svaraði aftur og vann trivaligan 5-1 sigur.
ÍF tykist longu hava trýst á elevatorpílin niður. Næstbesta ÍF liðið er nýtt í fyrstu deild. Liðið hevur spælt fimm dystir og einki stig fingið. Í gjár vann toppliðið NSÍ 6-0 í Fuglafirði. Málmunurin hjá ÍF er 3-26.
Næstbesta liðið hjá TB/FCS/Royn roynist væl. Í gjár vunnu Suðringarnir 5-1 á B36, sum er nýtt lið í deildini, og sum hevur fingið eitt stig burturúr fýra teimum fyrstu umførunum.
ÍF-NSÍ 0-6 (0-2)
0-1: Magnus Olsen 18.
0-2: Jann Benjaminsen 22.
0-3: Sølvi Sigvardsen 63.
0-4: Hans Marius Davidsen 64.
0-5: Jann Benjaminsen 86.
0-6: Haraldur R. Højgaard 90.
B68-KÍ 1-0 (1-0)
1-0: Otto Reinert Petersen 33.
Giza Hoyvík-HB 1-1 (0-0)
1-0: Niklas Fríði Jacobsen 50.
1-1: Hans Jákup Annfinsson 65.
AB-Víkingur 5-1 (3-1)
0-1: Tonni Thomsen 2.
1-1: Jobin Drangastein 8.
2-1: Karstin Højgaard 17.
3-1: Bjarki Nielsen 35.
4-1: Jobin Drangastein 53.
5-1: Cristian í Garði 76.
TB/FCS/Royn-B36 3-1 (0-1)
0-1: Pætur Petersen 28.
1-1: John Villi Leo 59.
2-1: Teitur Mortensen 66.
3-1: John Villi Leo 83.
Støðan
NSÍ 13
B68 9
TB/FCS/Royn 7
AB, KÍ og Víkingur 6
Giza Hoyvík og HB 5
B36 1
ÍF 0
NSÍ og ÍF hava spælt fimm dystir, og hini liðini hava spælt fýra dystir.
Fimta umfar
Leygardagin 22. apríl
HB-TB/FCS/Royn
B68-ÍF
Víkingur-Giza Hoyvík
B36-NSÍ
KÍ-AB