Uppfylgjarin smæðist ikki burtur ímillum

Fólk standa sum sild í dós, tá fyrsta stálskip, ið nakrantíð er bygt í Føroyum, Porkeningur, fer av bakkastokki á Tórshavnar Skipasmiðju. Síðst í fimtiárunum fara neytakonur til neyta í Húsavík. Og í 1926 bresta TB og HB saman í fótbóltsdysti á Sevmýru. Mánadagin 27. juli verður av næstu filmfløgini í røðini av Føroyskum Søgum frumsýning í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Sosialurin hevur tosað við sam­skiparan av Føroysk­um Søgum, Una Leitisstein Hansen

Í hálvannað ár hevur 35 ára gamli Uni Leitisstein Hansen nærmast ligið undirgrivin í goml­um filmsrullum, ið hann hevur sleip­að millum Føroyar og Dan­mark til yvirspælingar.

– Eg kann ikki siga meg frían fyri, at tað kanska hevur verið skaðiligt, tí eg havi inntikið eina ómetaliga stóra nøgd av hesum gomlu filmum upp á stutta tíð. Tað hevur riðið um snarið til eina yvirdosis fleiri ferðir, tí nú vil eg bara hava meira, meir, meir, skemtar hann.

Uni Leitisstein Hansen hevur samskipað og lagt til rættis Før­oyskar Søgur fyri Eik og Sub­stanz Nordisk Film. Nú næsta filmsfløgan í røðini kemur út, er samskiparin ikki í iva, tá hann verður spurdur, um uppfylgjarin við Føroyskum Søgum stendur mát við ta fyrru filmsfløguna? Tað er jú tiltikið, at uppfylgjarin til eina filmsucces sjáldan nær somu hæddirnar.

– Føroyskar Søgur 2 stendur einki aftanfyri Føroyskar Søgur 1. Nýggja filmsfløgan er eins fjøltáttað og spennandi og tann fyrra. Hon er skorin eftir júst sama leisti sum fyrra films­fløgan: Vit fáa søgur um smáar og stórar hendingar, ið hava mynd­að dagligdag føroyinga seinastu 100 árini. Hesaferð sleppa vit millum mangt annað at uppliva fótbóltsdyst millum TB og HB á Sevmýru í 1926, neyta­konur í fimtiárunum og fyrstu royndirnar við rutuflúgving millum Føroyar og umheimin, greiðir Uni Leitisstein Hansen eldhugaður frá.

6000 fólk taka ikki feil

Í kjalavørrinum av risa undir­tøkuni, ið fyrra filmsfløgan við Føroyskum Søgum fekk, var tað upplagt at framleiða eina fløgu afturat. Tey 6000 fólkini, ið hava ognað sær Føroyskar Søgur 1, kunnu ikki taka feil, og films­tilfar skortaði heldur ikki, sam­bært Una Leitisstein Hansen.

– Áhugin hjá fólki at lata filmar inn til verkætlanina hevur verið risastórur, og dygdin á privatu filmunum hevur eisini verið óalmindiliga høg. Fólkini aftanfyri Substanz, ið hevur ment leistin, Føroyskar Søgur eru skornar eftir, hava framleitt hetta slag av filmsfløgum í Danmark, Noregi, Svøríki og Finlandi. Men ongastaðni hava teir upplivað størri áhuga og stuðul frá fólki, stovnum og privatum fyritøkum enn í Føroyum, staðfestir Uni Leitisstein Hansen.

– Vit hava veruliga kent, at hetta hevur havt nógv at týða fyri føroyingar, og øll hava viljað stuðl­að verkætlanini. Tað hevur eisini verið umráðandi, tí hetta er ongantíð gjørt áður í Føroyum og verður kanska heldur ongantíð gjørt aftur.

Varðveitsla av filmsskattinum

Grundleggjandi hugskotið, ið Føroyskar Søgur eru bygdar á, er at finna eitt nyttuvirði í teimum mongu gomlu filmsrullunum, ið liggja og savna dust í skjala­goymsl­um, søvnum og heima hjá fólki. Myndirnar skulu so at siga vekjast til lívs aftur. Hetta ar­beið­­ið gevur eitt talgilt – ella digitalt – hjáprodukt, tí mynd­irn­ar verða fluttar av gomlum films­rullum yvir í eitt talgilt format, og harvið eru Føroyskar Søgur við til at varðveita føroyska sið­søgu á filmi.

Meiningin er, at í framtíðini skulu øll hava atgongd til hesar forkunnugu myndir - sjálvandi við loyvi frá teimum, sum eiga upphavsrættindini. Tað var grund­leggjandi hetta alment-gagn­liga endamál, ið Eik Grunn­urin hefti seg við, tá Grunnurin játtaði at stuðla Føroyskum Søgum.

Filmstilfarið, ið er komið burtur úr, verður borðreitt á ein lættan, trúverdugan og væl atkomiligan hátt. Tað eru smáar søgur, sum samlað siga frá gerandislívinum í Føroyum seinastu 100 árini, og verða kryddaðar við endurgevingum úr dagbókum ella endurminningum hjá fólkum, ið sjálv vóru hjástødd.

»Orginalar« gingu undan

Avgerandi fyri Føroyskar Søgur-verk­ætlanina hevur verið, at nakrir av teimum undan­gongu­monnum innan filmsmentan í Føroyum hava viljað stuðlað verkætlanini við teirra films­tilfari. Serliga Jákup Andreas Arge og Dánjal Jákup Morten­sen, ið eru ávikavist 78 og 81 ára gamlir í dag, hava latið dygdar tilfar til verkætlanina. Upp­tøk­urnar frá fimti- og sektiárunum, ið teir báðir gjørdu við 16 mm filmstólum, er ryggurin í Før­oyskum Søgum.

– Teir báðir, og aðrir við teim­um, hava verið nakrir knassar, ið fólk kanska hava hugt eitt sindur skeivt upp á, tí teir eru farnir í grind við filmstólum heldur enn at taka til hvalváknið ella sóknar­ongulin. Men hesir menn, ið kanska hava verið nakrir "orginalar" í eygunum hjá mong­um, hava sæð týdningin í at skjalfesta samtíðina á filmi, langt áðrenn nakar annar gjørdi tað. Tað kunnu vit fegnast um í dag, hóast tað beinleiðis varð spent bein fyri teimum. Ráfilmurin var ótrúliga dýrur, men tað hjálpti ikki, at myndugleikarnir løgdu 100 prosent av tolli á ráfilmin. Í grundini er tað ótrúligt, at tað yvirhøvur er filmað nakað, men tað sigur ikki so lítið um tann eldhug, hesir menn hava havt fyri at filma, greiðir Uni Leitisstein Hansen frá.

Langabbin lykilin

Tey vóru tó fá, ið upprunaliga góvu Una Leitisstein Hansen líkinda møguleika at fáa atgongd til stóra filmsskattinum hjá Jákup Andreasi Arge, fyrrverandi ur­­smiði, á Argjum, tá verkætlanin fór av bakkastokki í fjør.

– "Tað kunnu tit gott gloyma alt um," søgdu fólk við okkum. Nú skal eg ikki gera meg klókan upp á, hvat onnur hava gjørt ella sagt, tá tey hava spurt seg fyri, men tá Jákup Andreas Arge frætti, at pápi mín var ættaður av Nesi, og at eg var langabbasonur Tummas í Gerðinum, ja, so var einki óført. Tað vísti seg, at Jákup Andreas sum blaðungur hevði verið til skips saman við langabba og øðrum góðum monnum av Nesi og Toftum, og teir hava eftir øllum at døma tikið sær so væl av hesum óroynda unglingi, at hann tann dagin í dag bara hevur gott at bera hesum monnum. Tað kann eg í dag eisini fegnast yvir, at teir gjørdu, greiðir Uni Leitisstein Hansen frá, meðan eitt bros breiður seg um varrarnar.

– Grundleggjandi, so eri eg sera eyðmjúkur yvir tað álit, ið so nógv fólk hava víst mær, tá tey hava latið meg handfarið og valt burtur úr teirra privata films­tilfari. Eg eri eisini komin at kenna hópin av sera áhuga­verd­um fólkum, ið eg neyvan ikki hevði komið í samband við annars, og tað er ein stór gáva at fáa, er Uni Leitisstein Hansen skjótur at leggja afturat.

Eitt Jobs tol

Samskiparin roynir ikki at skava útyvir, at tað hevur verið hart arbeiði at gera næstu films­fløguna lidna.

– Soleiðis er tað altíð móti endanum av einari kreativari prosess sum hesari. Tað verður altíð arbeitt til tað síðsta við at fínpussa og fáa alt so gott sum tilber. Í hesum umfarinum havi eg lagt allar søgurnar til rættis sjálvur, og eg má ásanna, at eg beint nú eri sera moyrur í heys­inum av at jonglera við øllum handritunum, myndunum og faktaunum til tær 13 søgurnar, ið eru at finna á Føroyskar Søgur 2, staðfestir Uni Leitisstein Hansen erliga.

– Eg má rósa mínum sam­starvsfelaga Helga Toftegaard, ið hevur sett Føroyskar Søgur 2 saman, tí tað er ótrúligt, at tað hevur hepnast honum at fingið so frægt sett saman burtur úr mínu­m mongu luftigu hugskot­um og ógreiðu handritum. Og so hevur Helgi eitt Jobs tol, ið hevur verið sera kærkomið í arbeiðin­um við at gera Føroyskar Søg­ur 2, leggur Uni Leitisstein Hansen læandi afturat.

Onnur taka tráðin upp

Føroyskar Søgur 2 skilmarkar tó fyribils endan á virkna leik­lutinum, sum Eik hevur havt í verkætlanini og varðveitsluni av føroyska filmsskattinum – ein leiklut, ið Føroyskar Søgur-filmsfløgurnar til alla tíð fara at bera vitnisburð um. Nú er tað upp til onnur at taka tráðin frá hesum risa átaki frá Eik Grunninum upp.

– Eik eigur heiður og æru fyri, at hann hevur verið sinnaður at stuðla hesari verkætlan so væl, sum hann hevur. Verkætlanin hevur eisini havt ætlaða árinið. Føroyskar Søgur hava virkað sum tø fyri føroyska films­skatt­inum, ið hevur ligið deyður, men nú er vaktur til lívs. Fólk hava veruliga fingið eyguni upp fyri virði í gomlu filmsrullunum, hug­leiðir Uni Leitisstein Hansen, samskipari.

Spurdur, um Føroyskar Søgur 2 eisini er endin á røðini av søgu­ligum undirhaldi úr films­skattinum, svarar Uni Leitisstein Hansen:

– Eg eri sera áhugaður at arbeiða víðari við tí rúgvus­mikla filmstilfari, vit hava funnið fram í sambandi við Føroyskar Søg­ur. Tilfarið er sera umfatandi og eru tískil nógvir møgu­leikar í tí. Tað fyriliggur tó ikki nakað ítøkiligt beint nú, men vónandi býður okkurt seg. Eg fari komandi tíð­ina at kanna møgu­leik­arnar fyri at fáa okkurt í lag, og vónandi er onkur sinnaður í at veita stuðul, so arbeiði við hesum tilfari kann halda fram. Men uttan mun til, hvat framtíðin hevur at bjóða, so hev­ur hetta verið tað stutt­­­ligasta og mest spenn­andi arbeiði, eg nakran­tíð havi havt, hóast tað hevur verið strævið. Eg vóni inni­liga, at før­oyingar taka eins væl ímóti Før­­oyskum Søg­um 2 og tey gjørdu við Før­oyskum Søgum 1.

-------

FAKTA

 

Føroyskar Søgur 2 verða frumsýndar á móttøku í Miðlahúsinum í Vágsbotni mánadagin 27. juli kl. 15. Øll eru vælkomin.

 

Alla ólavsøkuna verður eisini høvi hjá teimum, ið støkka inn á gólvið í Miðla­húsinum, at síggja fyrstu filmskutini av Føroyskum Søgur 2.

 

www.foroyskarsogur.fo