Í dag er eitt ár, síðani føroyska oljufelagið Atlants Kolvetni varð stovnað - og í dag er eisini mánaður síðani, at hetta felagið gjørdi avtalu við útlendska oljusamtakið ?The Faroes Partnership? um samstarv.
Wilhelm Petersen, stjóri í felagnum er nøgdur við gongdina higartil og ikki minst við samvinnuna við tey fýra oljufeløgini í samtakinumm, Amerada Hess, Dong, Norsk Hydro og Lasmo.
Herfyri var hann fyri fyrstu ferð við á fundum í arbeiðsbólkum hjá samtakinum í London. Talan var um tveir fundir, annar á tekniskum stigi og hin á leiðslustigi. Her vórðu seinastu úrslitini løgd fram av rættiliga ungum jarðfrøðingum, geofysikarum og øðrum og vórðu so umrødd av teimum meira royndu og garvaðu serfrøðingunum hjá feløgunum.
Wilhelm Petersen heldur seg hava fingið nógv burtur úr hesum fyrstu fundunum, hóast teir í stóran mun vórðu rættiliga tekniskir. Men tær endaligu niðurstøðurnar um áhugaverd øki, støddir og jarðfrøði er nakað, sum man kann fyrihalda seg til.
Týðandi partur av lærugongdini
Stjórin í Atlants Kolvetni sigur, at hóast at alt hetta er so nýtt, so er tað nettup ein sera týðandi partur av læruprosessini at vera við, har tingini henda, og úrslitini verða løgd fram og umrødd.
Hóast tað í løtuni kann verða ilt at fáa eygað á, hvat eitt føroyskt oljufelag kann geva sum íkast til eitt so stórt oljusamtak, so liggur tað í kortunum, at Atlants Kolvetni skal koma inn í myndina og gera eitt ítøkiligt arbeiði, so skjótt man veit meira um útbjóðingina.
Hvussu samtakið kann fyrihalda seg til grein 10 í kolvetnislógini, sum snýr seg um føroyskt innihald í eini komandi oljuleiting, er nettup nakað, sum føroyska oljufelagið skal til at arbeiða við og vísa á.
Wilhelm Petersen: -Vit hava longu fingið eina ábending um, at nettup spurningurin um at geva samtakinum eitt føroyskt innihald, er nakað, sum vit mugu taka okkum av. Vit skulu ikki bara vera eitt viðhang í hesum samarbeiði, men her er tað innlit okkara í føroyska samfelagið, sum skal koma samtakinum til góða, tá ein endalig umsókn skal gerast.
Wilhelm Petersen leggur dent á, at føroyska luttøkan í samtakinum hevur einki við leveransir av vørum og tænastum at gera. -Men vit hava hinvegin eitt innlit í, hvat hvør kann og ikki, og hvat ber til í Føroyum og ikki, nakað, sum øll oljufeløg og samtøk hava brúk fyri at vita fara tey at bjóða her - at tikið verður hædd fyri einum so munadyggum føroyskum innihaldi sum til ber.
Marknaávtalan týðandi vegamót
Enn er bert eitt starvsfólk á lønarlistanum hjá Atlants Kolvetni. Wilhelm Petersen sigur, at teir hava enn ikki tikið støðu til at seta fleiri starvsfólk, tí enn veit man ikki heilt, hvussu tíðarkarmurin verður tvs. nær avtala um markið verður undirskrivað og tíansheldur heilt neyvt, nær útbjóðingin verður latin upp.
-So skjótt vita nær markið kemur uppá pláss og nær útbjóðingin verður, ber til hjá okkum at seta tíð á, og fara vit tá at søkja eftir fólki, í fyrstu atløgu eftir fólki við tekniskari bakgrund so sum jarðfrøðingum, geofysikarum og oljuverkfrøðingum.
Roynt verður at finna føroyingar til hesi størv.
Arbeitt verður annars við at gera eitt sokallað ?prospect? yvir næstu tekning av partapeningi. Hetta er um at vera liðugt. Fyrsta tekningin var meira grundað á eina forrætningsidé. Tað hevur so víst seg at bera til, og nú er so eisini fingin samstarvsavtala. Hetta skal so føra til enn eina tekning av partabrøvum.
Wilhelm Petersen heldur tað annars vera týdningarmikið at vera við, har tingini henda. Hann dylur ikki fyri, at teir kenna seg væl í nýggja samarbeiðinum. Uppá fyrispurning um teir óttast fyri, at feløg í samtakinum skulu verða løgd saman við øðrum feløgum sigur hann, at tað vísir seg, at her kann alt henda og at tað er eingin trygd móti samanlegging, at tú er eitt stórt felag.
Annars heldur hann tað vera eina styrki hjá samtakinum, at her eru tvey av teimum stóru og mest týðandi oljufeløgunum í grannalondum okkara Noregi og Danmark við.
Ben Arabo nøgdur
Tað var ikki bert ein føroyingar til steðar, tá umboð fyri oljufeløgini í The Faroes Partnership møttust í London herfyri. Umframt Wilhelm Petersen var eisini føroyski stjórin í Amerada Hess, Ben Arabo við. Tað hevur hann tó verið so vanur við hesi seinastu árini. Ben hevur nettup fingið sína upplæring hjá Amereda Hess, sum er operatørur í samtakinum.
Hann hevur arbeitt hjá felagnum í London í trý ár, eftir at hann tók cand merc. útbúgving í Danmark. Ben Arabo heldur, at samstarvið við føroyska felagið hevur virkað sera væl og heldur hann eisini, at tað var bæði søguligt og týdningarmikið at hava stjóran í Atlants Petroleum við á fundunum.
-Einki er at ivast í, at tað leggur virði til prosessina og restina av samtakinum, at eitt føroyskt felag er við og situr við borðið saman við útlendsku oljufeløgunum. Tað er so at vóna, at føroysku umboðini fáa nógv burtur úr tí hetta er jú ein liður í eini læruprosess.
Ben Arabo heldur fyri, at avtalan hevði ikki havt sama virði, var talan bert um ein íløgupartnara. Higartil hevur samstarvið riggað væl og báðir partar síggja fram til tað, sum fer at henda í Føroyum.
-Eg haldi eisini tað er týdningarmikið fyri Atlants Kolvetni at vera við frá byrjan og síggja, hvussu alt fyrireikingarbeiðið undan eini útbjóðing sær út.
-Men er tað ikki eitt sindur bakvent at taka eitt føroyskt felag uppí, sum í fyrstu atløgu kanska bara hevur útreiðslur við sær, tá hugsað verður um, hvussu tað verður spart alla staðni í oljuvinnuni?
-Avgjørt ikki. Tað er nettup í sambandi við eina útbjóðing, at føroysk luttøka hevur týdning, tí tað eru viðurskifti, sum hava beinleiðis samband við føroyska samfelagið, sum ein má kanna. So har er felagið avgjørt við til at leggja virði aftrat.
Ætlanin er, at føroyska felagið skal leggja virði til samtakið frá fyrsta degi við síni vitan royndum frá samfelagnum her.
.