– Vit skulu gera alt, sum skal til fyri at loysa uppgávuna til fulnar. Tað sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, sum um fáar tímar tekur ímóti boripallinum West Hercules.
Runavíkar Havn hevur í fleiri ár verið føroyska oljuhavnin í samband við oljuleiting á landgrunninum, men hetta er fyrstu ferð, at ein boripallur kemur at liggja á Skálafjørðinum.
Les eisini: West Hercules kastar milliónir av sær
Tann støðan setir oljuvinnuna í nýtt perspektiv. Borgarstjórin sær júst hesa uppgávuna sum ein framúr møguleika hjá Skálafjørðinum at marknaðarføra seg sum oljuhavn.
– Uppgávan við West Hercules skal sjálvandi loysast fyrst. Talan er um eina sera spennandi uppgávu, ið kann lata dyrnar upp fyri øðrum møguleikum, sigur Magnus Rasmussen.
Umfatandi umvælingararbeiðið, ið kostar fleiri tíggjutals milliónir krónur og gevur arbeiði til fleiri enn 200 fólk, sæst aftur í nærumhvørvinum kring Skálafjørðin.
– Enn havi eg onga hóming av, hvussu nógv arbeiðið kemur at kasta av sær til økið og kommununa. Men her eru nógv fólk og nógvar fyritøkur, sum fáa inntøkur burturúr, og tað kemur sjálvandi at síggjast aftur, sigur Magnus Rasmussen.
Enn metir borgarstjórin tað vera ov tíðliga at siga ítøkiliga, hvussu Runavíkar Kommuna kann marknaðarføra seg við West Hercules, fyri á tann hátt at lokka aðrar líknandi uppgávur inn á fjørðin.
– Vit hava frá náttúrunar hond ein sera góðan fjørð, og megna vit at loysa hesa uppgávuna til fulnar, so átti tað at givið møguleikar. Tað er nakað, ið vit eiga at kunna marknaðarføra, sigur Magnus Rasmussen.