Uppiborin Neistasigur

Hóast VÍF hótti eina løtu í seinna hálvleiki, so hevði Neistin munin og vann uppibornan sigur í Vestmanna.

Dysturin millum kvinnurnar hjá VÍF og Neistanum gjørdist ikki so spennandi, sum fleiri kanska høvdu væntað. Neistin hevði munin allan dystin, og hóast VÍF gjørdi eitt gott hál í seinna hálvleiki, har tær fingu fimm mál á rað, meðan Neistin einki fekk, so var ongantíð nakar ivi um, hvagar sigurin fór.

Gott málmansspæl
Dysturin var eisini eitt høvi hjá tveimum av fremstu málverjunum í heimligu kappingini, Helenu Poulsen úr Neistanum og Manuelu Stan úr VÍF, at vísa, hvør dugur er í teimum. Ikki kann sigast annað, enn at tær báðar stóðu ein góðan dyst, og ikki minst átti Manuela sín stóra leiklut í, at VÍF í seinna hálvleiki av álvara nærkaðist Neistanum.
Fyrri hálvleikur var rættuliga javnur, men Neistin hevði eina lítla leiðslu so at siga allan hálvleikin, og móti endanum av fyrra hálvleiki gjørdi havnarliðið ein vørr og øktu um leiðsluna hjá sær, soleiðis at tær vóru á odda við fýra málum, 16-12, í steðginum.
Í seinna hálvleiki sá henda gongd út til at halda fram, og tá ið tíggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, var leiðslan hjá Neistanum sjey mál, 20-13, og dysturin tóktist avgjørdur.
Men unga manningin hjá VÍF vildi ikki geva skarvin yvir, og tær stríddust manniliga. Hetta gav eisini úrslit, tí næstu løtuna vóru tað tær, ið sótu á dystinum. Samstundis sum tað fór at bragda í álopspartinum, ikki minst takkað verið Fríðu Marjunardóttir, ið spældi ein fínan dyst, so stongdi Manuela Stan málið hjá VÍF í eina løtu, og bráddliga kom eitt sindur av spenningi í aftur dystin.
Neistakvinnurnar tóktust fjáltursstungnar, og hesa løtuna var lítið skil á álopsspælinum hjá teimum. Men tá ið VÍF hevði minkað niður í 18-20, tók venjarin hjá Neistanum, Flemming Raben, eitt time-out, og tað hjálpti upp á støðuna hjá gestunum. Lív Sørensen leyp inn av høgra vongi og legði Neistan á odda 21-18, og hóast Finngerð Jensen hjá minkaði aftur um munin, so sást á øllum brøgdum, at Neistin hevði neyðuga yvirskotið, og tær vunnu dystin uppiborið 25-21.
Tá ið Søljan samstundis basti StÍF á Skála, merkir hetta, at Neistin og Søljan framvegis liggja stavn um stavn í stríðnum um bronsuheiðursmerkini.



VÍF-Neistin 21-25 (12-16)
VÍF: Fríða Marjunardóttir 8(4), Ioana Rapa 3, Alice Høghamar 2, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 2(1), Linda Johannesen 2, Annfríða Helgadóttir 2, Finngerð Jensen 1, Torgunn Jónálvsdóttir 1
Neistin: Simona Petersen 8, Ása á Neystabø 5, Marjun Tróndarson 4, Annika Thomsen 3(2), Mildrið Jacobsen 2, Jórun Ludvík 1, Kára á Dunga 1, Lív H. Sørensen 1
Brótskøst: VÍF 7(5), Neistin 3(2)
Útvísingar: VÍF 3, Neistin 1
Dómarar: Brandur Johansen og Heri Petersen - vístu neyðuga myndugleikan og høvdu gott tak á dystinum.