2. deild
Sumba, sum alt árið hevur verið partur av oddastríðnum í aðru deild, vitjaði leygardagin í Havn.
Úrslitið gjørdist ein 2-1 sigur til sumbingarnar, og hóast talan í tølum kanska ikki var um so sannførandi sigur, so vóru tey trý stigini tó fult uppiborin.
Serstakliga í fyrra hálvleiki royndu gestirnir at trýsta, og hópur av møguleikum spurdust eisini burturúr, men tað komu tó ikki fleiri enn einsamalla málið, sum Bjørn Thorsteinsson stútaði í netið.
Í seinna hálvleiki var yvirvágin kanska ikki heilt so sjónlig, men tað var framvegis Sumba, sum stýrdi, og tað var eisini fult uppiborið, at Eirikur Joensen kundi økja um leiðsluna til 2-0.
Eftir at teir høvdu økt um leiðsluna, tóku sumbingar seg longur aftur á vøllin, og tó at HB seinastu løtuna spældi við einum manni í undirtali, eydnaðist teimum kortini at leggja trýst á.
Tað eydnaðist eisini einum tí størsta málslúkinum í felagnum, Gunnari Mohr, at minka um munin, men longur enn tað sama kom HB ikki.
Oddabrak
Við sigrinum helt Sumba so hampuliga fast í oddinum, har teir eru tvey stig aftan fyri FS Vágar. Júst vágamenn koma komandi vikuskiftið á vitjan í Sumba, og hesin dysturin kann uttan iva fáa stóran týdning fyri, hvussu oddastríðið fer at hilnast hjá sumbingunum.
HB fer tá til Fuglafjarðar, har teir væntandi fáa eina sera torføra uppgávu móti ÍF, sum veruliga hevur fingið ferð á seinnu umførini.
HB-Sumba 1-2(0-1)
0-1: Bjørn Thorsteinsson
0-2: Eirikur Joensen
1-2: Gunnar Mohr