Hóast oysandi regn var upplatingarhaldið til OL í París í summar eitt av teimum, vit fara at minnast.
Men tað hevði eisini sín prís. Sambært týsku tíðindastovuni dpa legði tjóðartingið í Fraklandi hósdagin tøl fram, sum vísa, at upplatingarhaldið kostaði umleið 100 milliónir evrur.
Tað svarar til slakar 750 milliónir krónur, og tá er prísurin fyri øll løgreglufólkini undir og eftir hátíðarhaldið ikki íroknaður.
Til samanberingar kostaði upplatingarhaldið fyri OL í London í 2012 slakar 250 milliónir danskar krónur, sambært BBC.
Fyri fyrstu ferð vórðu Summarleikirnir skotnir í gongd við einum hátíðarhaldi uttan fyri ein leikvøll, og umboðini hjá teimum mongu londunum sigldu í staðin niðan á Seine, meðan akrobatar, tónleikarar og dansarar undirhildu.
Alt endaði við eini framførslu frá sangarinnuni Céline Dion úr Eiffeltorninum. Hon hevði tá ikki verið á palli, síðani hon fekk staðfest sjálvimmunu sjúkuna stiff person syndrom í 2022.
Vápnað løgreglulið vóru um allan miðbýin í franska høvuðsstaðnum, og tað kravdi fleiri trygdarkanningar fyri at nærkast Trocadéro, har hátíðarhaldið var.
Tølini frá tjóðartinginum vístu, at samlaði kostnaðurin til OL í París endaði við at vera 4,4 milliardir evrur - umleið 33 milliardir krónur - og inntøkurnar á umleið sama støði.
Fíggjarætlanin var 15,5 prosent hægri enn fyrireikararnir væntaðu, tá fyrireikað varð í 2015.
OL endaði 11. august við einum meira siðbundnum hátíðarhaldi á Stade de France.
/Ritzau/