Upplivingar á ferðini

Summarfrítíðin byrjar nú av álvara, og nógv fólk fara á ferð til útandið. Her eru nøkur viðmæli um, hvat kann upplivast í býum, sum tað úr Føroyum er lætt at ferðast til

Grillhús í Reykjavík

Tú fært ivaleyst av mati, og tað smakkar framúr væl. Akkurát nakað fyri ein føroying at vitja Grillmarkaðinn mitt í Reykjavík. Kokkarnir Hrefna Rósa Sætran og Guðlaugus P. Frímansson standa fyri matgerðini í grillhúsinum, sum er hugtakandi innrættað og hevur framúr góða tænastu.


Lion King í London

Sangleikurin The Lion King, sum verður spældur á Lyceum Theatre í London, er ein tann flottasti sangleikurin, ið nakrantíð er uppsettur. Søgan byggir á kenda Disney-teknifilmin, og tónleikin hevur Elton John verið við til at gjørt. Sangleikurin kann upplivast í enska høvuðsstaðnum í alt summar.


Afternoon tea í London

Bretar hava síðani 19. øld drukkið afternoon tea. Siðurin byrjaði millum tey valhavandi í 1800-talinum, men er framvegis væl umtóktur. Í London eru óteljandi møguleikar at fáa sær ein seinnapartstemunn, men viðmælast kannat gera tað ordiligt, um tú ætlar tær at royna afternoon tea. Vel eitt av fínu hotellunum ella klassisku testovunum til drekkamunnin. Til dømis The Orangery í Kensington.


Mark Knofler í Barcelona

Skotski tónleikarin Mark Knofler verður roknaður sum ein av dugnaligastu rockgittarspælunum yvirhøvur, og harafturat dugir hann eisini framúr væl at skriva sangir. Bæði sum oddamaður í Dire Straits og sum solistur hevur hann skrivað nógvar góðar og kendar sangir. 25. juli ber til at hoyra hann spæla live í Barcelona.


Sting í Tivoli

Bretska superstjørnan Sting hevur verið virkin sum tónleikari í 35 ár. Hann hevur sum solistur og partur av bólkinum The Police selt einar 100 milliónir fløgur. Hann hevur sungið sangir um Every Breath You Take, Englishman In New York og Message In A Bottle, og teir verða uttan iva at hoyra í Tivoli í Keypmannahavn 13. juli.


Michelin-matur í Keypmannahavn

Danskarar áttu í nøkur ár heimsins bestu matstovu, NOMA á Norðuratlantsbryggjuni, men tað eru eisini aðrar framúr góðar matstovur í Keypmannhavn, sum hava fingið Michelin viðurkenning, og har tað ber til at fáa eitt borð. Royn til dømis Den Røde Cottage, Kong Hans Kælder ella Relæ.


Bon Jovi í Milano

29. juni fer Atlantsflog á fyrstu ferðina til italska stórbýin Milano. Sama kvøld hevur amerikanski rockbólkurin Bon Jovi konsert á San Siro leikvøllinum í býnum . Bon Jovi hevur stórsligið show og spælir eina langa røð av kendum rocksangum, sum bólkurin hevur givið út seinastu 30 árini.


Rihanna í Bergen

Songkvinnan, sum er ættað av Barbados, hevur seinnu árini verið eitt av heilt stóru nøvnunum í altjóða popptónleiki, og í juli mánaði vitjar hon í Bergen – av øllum støðum. Konsert verður í tí, tey kalla Festningen, fríggjakvøldið 26. juli.


Føroyskur fiskur í Milano

Føroyingar útflyta stórar nøgdir av saltfiski til suðureuropa, og fert tú á matstovuna Il Ristorante Rigolo í Milano, so ivast tú ikki í, at tú fært føroyskan saltfisk. Ein av rættunum á matarlepanum verður kallaður Baccalà Vadhorn. Fiskurin, sum verður borðreiddur á matstovuni, er tilvirkaður á Vaðhorn á Strondum.


Harpa í Reykjavík

Harpa er arkitekturur í heimsflokki – eitt monument fyri Ísland og íslendsku tjóðina. Tú kanst støkka inn á gólvið allan dagin og uppliva húsið ella fáa tær ein kaffikopp. Eisini ber til at fara til konsertir og framsýningar, og eitt nú skulu Dionne Warwick og Russel Brand framføra í Harpuni seinni í ár.


Matmarknaður í Barcelona

La Boqueria er ein tann kendasti matmarknaðurin í Europa. Í Boqueria fæst allur hugsandi matur, og tað er hugtakandi at ganga og mæla millum millum mongu sølubásirnar, sum selja alt frá skinku, fiski og kjøti til góðgæti, kakur og frukt. La Boqueria liggur mitt í Barcelona og hevur inngongd frá La Rambla.


Lítla torg í Malmø

Úr Keypmannahavn er stuttur teinur til Malmø í Svøríki, sum er ein spennandi og livandi býur. Á Lilla Torg ber til at njóta ein kaffikopp og eygleiða fólk. Fleiri av bestu og kendastu matstovum og náttklubbum í Malmø halda til á Lilla Torg.


Bestu pylsur í Reykjavík

Bæjarins Beztu Pylsur er ein heimskendur pylsuvongur, sum stendur á Tryggvagøtu í Reykjavík. Pylsuvognurin lat upp í 1939, og í 2006 valdi bretska blaðið The Guardian pylsuvognin til tann besta í Europa. Ein klassiskur hotdog frá Bæjarins beztu – við dressinginum, sum hevur loyniliga uppskrift – er ein kulinarisk uppliving.


Seinasta kvøldmáltíðin í Milano

Í Santa Maria della Grazie kirkjuni í Milano er eitt av heimsins kendastu listarverkum – Seinasta kvøldmáltíðin hjá Leonardo da Vinci. Verkið mundi verið oyðilagt undir seinna heimsbardaga, men yvirlivdi tíbetur og kann nú upplivast í kirkjuni. Minst til at bóka tær eina tíð at síggja verkið.