Upplivingar skulu í búskapin

Ferðaráð Føroya skipar leygardagin fyri fýra framløgum, ferðavinnuni at frama. Millum annað fer Elin Heinesen at hava framløgu um upplivingarbúskap - Rákið allastaðni - bæði úti í heimi og her heima hjá okkum - er, at upplivingarbúskapurin, sum ferðavinnan eisini er partur av, veksur og veksur, meðan siðbundni ídnaðurin stagnerar ella er í minking. Hann verður yvirtikin av robottum, kinesarum, indarum og brasilianarum, sum kunnu framleiða ídnaðarvørur so ómetaliga nógv bíligari, enn vit her í vesturheiminum kunnu, sigur Elin Heinesen millum annað um framløgu sína.

- Tí er tað so avgerandi, at vinnulívið - eisini í Føroyum - lærir at gagnnýta rákið og lærir at brúka ikki minst tey kreativu - bæði til at skapa nýggjar vinnur, t.d. innan ferðavinnu og upplivingarvinnu í Føroyum, men eisini til at gera nýggjar allýsingar fyri siðbundar vinnur og samskiftishættir, har atlit verður tikið til at skapa identifikatión og spennandi upplivingar.?

Framløgurnar leygardagin byrja klokkan 9.30