Uppsøgnin kendist sum eitt snarljós

Hóast fyrirteyrirnar eru ikki tær bestu, roknar HB venjarin við, at tað fer at eydnast at siga ordiligt farvæl

HB riggar í løtuni til at fara inn á Skála. Tað plagar at vera fokus á HB, tá ið síðsta umfar er á skránni, tí sigursvanda felagið plagar at vera við í kappingini um FM. Soleiðis er ikki í ár. Tað er greitt, at HB er og verður nummar fimm. Tað verður ikki góðtikið, og hósdagin varð Jan C. Dam sagdur úr venjarastarinum, sum hann eisini var sáttmálabundin at næsta kappingarár.

-Eg var kløkkur, tí samstarvið við nevndina og formannin havi eg upplivað at vera fyrimyndarligt, síðani vit fyri einum ári síðani fóru undir fyrireikingarnar til hetta kappingarárið. Eg skilji, at tað eru aðrir enn teir í nevndini, sum hava tikið hesa avgerðina, og eg kann ikki gera annað enn fyrihalda meg til tann veruleika, at dysturin í dag verður tann síðsti hjá mær sum HB venjari, staðfestir Jan C. Dam.

 

 

Tað er greitt, at HB liðið verður í øðrvísi útgávu í dag, enn tað hevur verið seinastu ferðirnar. Teit Jacobsen er leikbannaður, og Jóhan Troest Davidsen, Ári Mohr Jónsson og Christian R. Mouritsen eru tøkir aftur eftir leikbann. Daniel Johansen, sum hevur verið við onkra ferðina, er sjúkur.

-Eg rokni við, at spælararnir fara at megna at hava fult fokus á avbjóðingini og fara at syrgja fyri verdugum enda á góða samstarvinum, sum vit hava havt síðsta árið, sigur Jan C. Dam.

 

 

Skála tryggjaði sær síðsta sunnudag rættin at halda fram í bestu deildini. Tað er møguleiki fyri at taka sjeynda plássið. Soleiðis verður tað, um TB einki vinnur í Gundadali ímóti B36, og um Skála vinnu fulla úrtøku ímóti HB.

Skála venjarin Pauli Poulsen roknar við, at tað verður undirhaldandi:

-Nú hava vit spælt fýra dystir uttan at tapa – tveir sigrar og tveir javnleikir. Spælararnir hava verið óførir, og vit fara at leggja okkum eftir at vinna ímóti HB. Kanska er tað møguleiki fyri, at talan verður um minni bundna uppgerð, enn tær vóru, tá ið spurningurin um niðurflyting ikki var avgjørdur, sigur Pauli Poulsen.

Allir Skála spælararnir eru tøkir – eisini Pauli G. Hansen sum hevur verið skaðadarvaður.

Samstarvið millum Skála og Paula Poulsen heldur fram næsta ár.