Uppskotið hjá landsstýrinum um fullveldið hevur verið til viðgerðar í uttanlandsnevndini og úrslitið var á leið tað, sum ein kundi vænta.
Eitt meirilutaálit og tvey minnilutaálit var úrslitið av nevndararbeiðnum hjá uttanlandsnevndini.
Minnilutaálitið hjá Jóannesi Eidesgaard stendur at lesa aðrastaðni í blaðnum, men vit hava kaga í álitið hjá sambandstingmonnunum í uttanlandsnevndini og teir eru Edmund Joensen og Heðin Mortensen.
Niðurstøðan teir koma til er, at Sambandsflokkurin undir ongum umstøðum kann taka undir við uppskotinum hjá samgonguni, og grundgevingin hjá teimum er, at uppskotið hjá samgonguni er alt ov víðgongt til at sambandsflokkurin kann taka undir við tí.
Teir føra í álitið s´æinum fram, at Sambandsflokkurin altíð hevur havt sum aðalmál at virka fyri at menna føroysku tjóðina bæði andaliga og vinnuliga, og at flokkurin altíð hevur virkað fyri hesum málið.
Teir føra eisini fram, at tann gongd, sum føroysdka samfelagið hevur verið ígjøgnum alla ta tíð, Sambandsflokkurin hevur verið til, bendir á, at teirra politikkur hevur verið meir enn á rættari leið, og at tað er samstarvspolitikkurin innanfyri karmarnar av ríkisfelagsskapinum, sum hevur skapt framgongdina í hesum landi.
Heimastýrislógin góður karmur
Hóast tað uttan iva skulu gerast broytingar til Heimastýrislógina, so siga Edmund og Heðin í sínum áliti, at tað er júst í tíðarskeiðnum meðan henda lóg hevur verið í gildið, at tað hevur verið størst framgongd í samfelagnum.
? Henda lógin hevur tryggjað okkum møguleikar fyri sjálvi at menna vinnulívið og harvið búskapin eftir okkara egnu fyritreytum. Henda menningin hevur so við og við skapað fyritreytirnar fyri, at vit sjálvi hava verið før fyri at átikið okkum fleiri og fleiri uppgávur, sum fyrr lógu undir danskari fyrisiting.
Víðari siga teir báðir, at Sambandsflokkurin í síni stevnuskrá ikki hevur nakra háfloygda áseting um, at flokkurin skal røkka einum endaligum máli til ta tíð. Tíansheldur at hann hevur eina skipaða skrá fyri nøkrum fullveldi. Sambandsflokkurin leggur heldur dent á í dagliga arbeiðinum at virka fyri, at betra liviumstøðurnar hjá fólkinum, sum býr í hesum landi.
Teirra niðurstøða er, at tess fleiri øki føroyingar yvirtaka frá dønum, tess betri hevur politikkur Sambandsfloksins eydnast.
Heimastýrisráðstevnan
Fyri hálvum øðrum ári síðani setti Sambandsflokkurin fram uppskot um eina ráðstevnu í sambandi við, at Heimastýrislógin hevði virkað í 50 ár.
Men hetta uppskotið fekk onga undirtøku frá hinum flokkunum. Í formansskapinum hjá løgtinginum var tað bert umboð Sambandsfloksins, sum tók undir við uppskotinum.
Ætlanin hjá flokkinum var, at fáa altjóða serfrøðingar at gera sínar metingar um hvussu Heimastýrislógin hevði virkað í síni víðastu merking.
Edmund Joensen og Heðin Mortensen siga í sínum áliti, at ætlanin við ráðstevnuni var at hon skuldi verða fyrsta stigið í eini tilgongd, har stjórnarviðurskifti Føroya vórðu tikin upp til viðgerðar.
? Hetta hevði verið ein náttúrligur máti at farið undir at gjørt tær broytingar, sum neyðugar eru fyri at nútímansgera stjórnarviðurskiftini, verður sagt í álitinum.
Sambandsflokkurin vil gera broytingar
Teir báðir sambandsmenninir í uttanlandsnevndini gera vart við, at Sambandsflokkurin hevur nærkast hinum flokkunum í løgtinginum, men at alt tekur tíð.
At broyta Heimastýrislógina er óiva rætt siga teir, men tað skal gerast varisliga, og uttan at taka ov nógv fyri, tykist verða reyði tráðurin í álitinum.
Sambandsflokkurin stendur við síni lyfti um at gera broytingar, men krevur at tey skulu tæna Føroya fólki best.
Flokkurin ynskir, at føroyingar framhaldandi verða í ríkisfelagsskapi við Danmark, og at ein nýggj stjórnarlóg tí eigur at taka útgangsstøði í tí.
? Uppskot landsstýrisins lýkur ikki undir nøkrum umstøðum hesar treytir, tí at taðframmanundan bindur til loysing og fullveldi og harvið eisini egnu grundlóg, og tí tekur Sambandsflokkurin ikki undir við.
Hinvegin helædur flokkurin, at uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um setan av eini stjórnarskipanarnevnd er meira opið og tryggjar eina betri demokratiska gongd í hesum málið og tí vísa teir til álitið í tí málinum