Í gjár hevði løgmaður reinskrivaða uppskotið til eina kolvetnislóggávuna á borði sínum í Tinganesi, og í dag verður hetta stóra mál fyri á landsstýrisfundi. Talan er sum so um at avgreiða málið til at fara niðan í tingið.
Jógvan I. Olsen, tingformaður sigur við Sosialin, at hava landsstýrismenn ongar broytingar til uppskotið í tí líki tað er í nú, so verður tað helst í tinginum hósdagin. Har skal tað so liggja í tríggjar dagar, áðrenn tað verður lagt fram. Tvs. at uppskotið kann verða lagt fram á tingi týsdagin 11. november. Har skal tað so liggja í einar 2 dagar, áðrenn tað kemur til 1. viðgerð. Møguleiki er sjálvandi at lata tingmenn hava málið í fleiri dagar, áðrenn tað kemur til 1. viðgerð.
Tingformaðurin heldur málið er so væl lýst longu eitt nú á evnisdøgum fyri politikarunum, at 1. viðgerð kann vera týsdagin 18. november. Tað fer so helst ein dagur til at viðgera uppskotið og fer tað so í nevnd.
Tosað hevur verið um at koyra tað í eina serstaka nevnd, nú málið er so stórt. Tí vil tingformaðurin ikki vísa aftur, men hann er annars ímóti at seta serstakar nevndir til at viðgera ávís mál, tí tá kann lættliga koma inflatión í. Seinast serstøk nevnd varð sett at viðgera eitt mál var tá tingskipanin varð til viðgerðar. Annars er tað Vinnunevndin, sum fær málið.
Málið skal so verða í nevnd í ein mánað, og tað merkir, at vit skriva umleið 18. desember, tá álitið aftur skal vera í tinginum.
Jógvan I. Olsen heldur ikki, at eitt slíkt mál eigur at skundast ígjøgnum, men vit eiga so heldur ikki at brúka óneyðuga tíð til tað. Um alt gongur sum ætlað og málið fær eina siðiliga og sakliga viðgerð, og har tingmenn semjast at standa saman sum ein maður, nú talan er um eitt so stórt og principielt mál, so kann tað verða endaliga samtykt fyri nýggjár ella tíðliga í komandi ári.