Løgtingið tekur undir við, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum evnar til og leggur fyri Løgtingið uppskot um, at luta út til alt Føroya fólk tann triðingin av Føroya Banka, sum enn er almenn ogn og undir ræði Fíggingargrunsins frá 1992. Hetta kann gerast á tann hátt, at hvør einstakur núlivandi føroyingur fær tillutað ognarbræv uppá sín part (áleið1/48000) av tí virði, henda ogn hevur í dag.
Almennar viðmerkingar
Við hesum uppskotinum til samtyktar tekur Løgtingið undir við, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur fyri Løgtingið uppskot, ið hevur sum endamál at útluta til vanliga føroyingin tann triðingin av Føroya Banka, ið enn er almenn ogn.
Fíggingargrunnurin frá 1992 eigur í dag triðingin av partapeninginum í P/F Føroya Banka. Fíggingargrunnurin er skrásettur hjá myndugleikunum sum vinnurekandi grunnur og er í so máta uttan fyri ræðisrættin hjá politiska myndugleikanum, men tað serliga við Fíggingargrunninum frá 1992 er, at í serligari fólkatingslóg og í ríkislógartilmæli frá 1996 er ásett, at grunnurin kann luta út ogn til Føroya Landsstýri. Hetta er eisini ásett í viðtøkunum fyri grunnin, eins og tað er ásett, at landsstýrismaðurin skal góðkenna sølu av partabrøvum í P/F Føroya Banka. Somuleiðis er ásett, at verður grunnurin tikin av, kann ognin fara í landskassan.
Tá virksemið hjá núverandi Føroya Banka byrjaði í byrjanini av 90-árunum, var prísurin øgiligur fyri hin einstaka føroyingin, ið varð álagdur at gjalda bjargingina av bankunum. Nøkur vórðu bundin á hond og fót restina av lívi teirra, onnur hóraðu ikki undan, men mistu hús og heim, og samanumtikið fekk henda bjargingartilgongd fatalar fylgur fyri flestar føroyskar familjur.
Hetta offur, henda bjarging føroyinga av bankunum er grundleggjandi viðvirkandi til, at føroyski bankaheimurin, føroyska vinnulívið og føroyski búskapurin fótaðu sær, og at samfelagið á mongum økjum er væl fyri í dag. Hetta er burturav fremsta orsøk til ta framgongd, Føroya Banki hevur havt, og ta støðu, bankin hevur í samfelagnum í dag.
Hin 2. mei 2006 samtykti Løgtingið so gott sum einmælt at selja 2/3 av Føroya Banka. Í sær sjálvum var hetta ein løgin avgerð, tí Føroya Banki var væl fyri og gav eitt nøktandi fíggjarligt avkast til landskassan - felags inntøkukassa alra føroyinga. Men avgerðin varð tikin, og bankasølan byrjaði fyrr í summar.
Longu fáar dagar seinni varð greitt, at henda ognartøka var so illa skipað, at øllum ikki varð unt at ognast partabrøv. Nøkur, ið vóru fíggjarliga væl fyri, og onnur við serligum innliti til málið, fingu forrætt, meðan flestu vanligu føroyingar, tey, ið eisini vóru við at bjarga bankanum og samfelagnum, sótu eftir við sviðið soð.
Triðingurin av bankanum er tó enn samfelagsins ogn. Geva vit øllum føroyingum ognarbræv til prosentvísa part teirra av hesari ogn, tryggja vit honum rættvísa part hansara av ognini. Harvið veita vit honum og henni tøkkina, teimum tilkemur fyri bjargingarátakið í 1992.
á Løgtingi, 26. juli 2007
Jenis av Rana