Uppskot um skip til Miðjararhavið fall

Orðaskiftið var drúgvt, men lítil og ongin undirtøka var fyri uppskotinum frá Miðflokkinum

Miðflokkurin hevur skotið upp, at kanna møguleikan fyri, at almennu Føroyar senda skip, ella fíggja sendanina av skipi, hvørs uppgáva verður at royna at bjarga flóttafólki, ið eru í vanda fyri at farast í Miðjarðarhavinum, og leggja fram frágreiðing fyri Løgtingið..

 

Orðaskiftið um málið var drúgt og fór rættuliga víða, men tá ið málið var til avgreiðslu fall tað. Bert fimm atkvøður vóru fyri.