Uppskot um stroyming: Trý feløg siga nei

Fyrsta uppskotið hjá Kringvarpinum er follið, eftir at trý feløg atkvøddu ímóti

Ósemjan millum feløgini og Kringvarpið um stroyming av føroyskum fótbólti heldur fram. Kringvarpið hevur lagt fram uppskot, sum KÍ, AB og EB/Streymur hava atkvødd ímóti. Treytin var, at øll feløgini atkvøddu fyri.

 

Les eisini: Kringvarpið gevst at stroyma

 

Síðst í maj mánaði boðaði Kringvarpið frá, at tað gevst at stroyma beinleiðis føroyskan fótbólt. Orsøkin var, at umframt tey trý feløgini, ið hava verið ímóti, so boðaði B36 tann dagin frá, at tey ikki ynsktu at Kringvarpið skuldi stroyma frá dystinum millum B36 og NSÍ.

 

Les eisini: Vit ynskja stroyming - men

 

B36 hevur avkvøtt fyri uppskotinum hjá Kringvarpinum, sum gevur 60 túsund krónur til hvørt felagið fyri rættindini komandi hálva annað árið. Hinvegin, so hava KÍ, AB og EB/Streymur atkvøtt ímóti.

 

Í uppskotinum stendur millum annað, at Kringvarpið bindir seg til at senda beinleiðis frá einum dysti um vikuna við øllum, umframt at filma allar hinar dystirnar. Hartil fáa feløgini rætt til signalið frá teimum dystunum. Hartil vil Kringvarpið hava rættin til at velja hvør dystur verður vístur, men binda seg til at senda minst einaferð frá øll tíggu heimavøllunum.

 

Les eisini: KVF vil hava rættin at velja

 

Feløgini og Fótbóltssambandið høvdu fund 8. juni, eftir at U21 landsliðið spæla móti Finnlandi. Síðani kom eitt uppskot frá Kringvarpinum, sum Víkingur, HB, B36, NSÍ, Skála, 07 Vestur og Suðringar atkvøddu fyri, meðan KÍ, AB og EB/Streymur atkvøddu ímóti.

 

Kringvarpið hevur nú tikið sítt tilboð aftur, meðan Fótbóltssambandið arbeiðir víðari til málinum.