Fiskivinna
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, hevur lagt fyri tingið uppskot um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap. Hetta hevur landsstýrismaðurin gjørt í samband við, at nýtt fiskiár byrjar 1. september.
Bæði Fiskirannsóknarstovan og Fiskidaganevndin ásanna, at serliga toskurin á landgrunninum og á Føroyabanka er illa fyri og mæla til skerjingar av veiðitrýstinum.
Eitt ávíst trýst hevur ligið á landsstýrismannin seinastu tíðina um at fremja munandi niðurskurðir í veiðitrýstinum, serliga á toski.
Ikki bert dagar
Í uppskotinum, sum væntandi kemur til fyrstu viðgerð á tingi fríggjamorgunin, verða fiskidagarnir á landgrunninum skerdir við einum samlaðum tali, sum svarar til umleið 2%. Soleiðis verða einir 704 fiskidagar tiknir burtur úr núverandi skipan.
Skerjingin av veiðimøguleikunum á Føroyabanka verður uppaftur størri, svarandi til eini 10-20% - alt eftir, hvørjar veiðibólkar talan er um. Størri leiðir á Bankanum verða friðaðar fyri at verja toskin, og tað grynsta verður stongt alt árið, um uppskotið hjá landsstýrismanninum verður samtykt.
Bjørn Kalsø skjýtir eisini upp at herða reglurnar um avhendan av fiskidøgum, og hetta kann í ávísan mun eisini virka tálmandi fyri veiðitrýstið.
At kalla veiðisteðgur verður undir Føroyum ein mánaða um árið – 14 dagar um jóltíðir og 14 dagar um ólavsøkutíð.
Øll amboðini
Landsstýrismaðurin ásannar, at soleiðis, sum serliga toskastovnurin er fyri í løtuni, er neyðugt at tálma veiðitrýstið.
- Vit hava í hesum førinum brúkt øll amboðini í lógini, og tí eiga fólk ikki at stara seg blind í teimum prosentvísu niðurskurðunum, sum eg mæli til í mínum uppskoti.
Hann vísir á, at landsstýrismaðurin hevur hampiliga víðar ræsur at skipa veiðina og fremja tálmandi tiltøk við kunngerðum. Í øðrum førum er so neyðugt við beinleiðis lógarbroytingum.
- Í uppskotnu broytingunum hesaferð verður mælt til beinleiðis niðurskurðir í fiskidøgum, men vit fara eisini at hyggja at økisfriðingunum, reiðskapi og gongdini í veiðitrýstinum.
Bjørn Kalsø vísir á, at hóast uppskotið hevði bygt á størri skerjingar í beinleiðis dagatalinum, er ikki vist, at hetta í eins stóran mun hevði tálmað veiðitrýstinum eftir toski, sum er ringast fyri.
- Tá kundu fiskiførini bara brúkt dagarnar uppaftur betri – ella kanska lagt seg enn meira eftir at veiða tosk, tá tey eru til fiskiskap, sigur hann.
Uppskotið hjá landsstýrismanninum byggir tí í høvuðsheitum á trý ting; fiskidagar, økisfriðingar og reiðskap.
Pelagisk hjáveiða
- Vit fara eisini neyvari at hyggja at veiðini hjá trolbátunum á landleiðini, eins og vit í enn størri mun fara at fylgja gongdini við møguligari hjáveiði hjá pelagisku skipunum.
Landsstýrismaðurin er tí ikki samdur við teimum, sum halda, at fyriliggjandi uppskot ikki er nóg víðgongt.
Hann sigur, at full semja ikki er í landsstýrinum um allar tær uppskotnu broytingarnar, men ásannar sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at neyðugt er at tálma, soleiðis sum støðan er í løtuni.
- Ætlan landsstýrisins er eisini at gera eina neyva kanning av fiskiflotanum, síðan vit fingu fiiskidagaskipanina. Vísir tað seg, at veiðitrýstið er nógv økt, verður hond eisini tikin um hetta, sigur hann.
Gýting og smáfiskur
Ætlan landsstýrisins er eisini at víðka um gýtingarleiðirnar og gera tillagingar á uppvakstrarøkjum hjá smáfiski.
- Onkur umlegging verður eisini í sambandi við upsaveiði, har gulllaksaveiðan kemur við í fiskidagaskipanina. Á henda hátt verður upsaveiðan nakað tálmað, sigur Bjørn Kalsø.
Ein partur av broytingunum, sum landsstýrismaðurin í sínum uppskoti mælir til, er soleiðis lógarbroyting um fiskidagar og lógarbroyting um keyp av fiskidøgum. Ein annar partur er so tær tillagingar, sum landsstýrismaðurin hevur heimild at fremja við kunnugerðum.
Dagliga eftirlitið
- Vit hava Fiskiveiðieftirlitið, sum hevur dagliga eftirlitið, eitt nú í samband við veiðireiðskap og leiðir, sum kunnu steingjast í avmarkaðum tíðarskeiðum, tá ov nógvur smáfiskur er uppi í veiðini, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.