Uppskotið kom ov seint

Jógvan við Keldu atkvøddi ikki fyri uppskotinum um meirjáttan til Suðuroyar Sjúkrahús, tí tað kom ov seint fyri tingið

? Uppskotið um meirjáttan til Suðuroyar Sjúkrahús kom ikki fyri tingið fyrr enn millum aðru og triðju viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum. Hetta er ov seint. Eingin tíð var at viðgera tað, og tí tók eg ikki undir við tí.

Hóast Jógvan við Keldu hevur ført seg fram sum talsmann útjaðarans, helt hann tað ikki vera ráðiligt at atkvøða fyri broytingaruppskotinum hjá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum til fíggjarlógaruppskotið fyri ár 2000. Broytingaruppskotið mælti til hægri játtan til Suðuroyar Sjúkrahús.


Klaksvíkar Sjúkrahús ikki orsøkin

Jógvan við Keldu vísir staðiliga aftur, at orsøkin til, at hann ikki atkvøddi fyri meirjáttanini til Suðuroyar Sjúkrahús var tann, at Klaksvíkar Sjúkrahús ikki fekk ta játtan, hann ynskti

? Var uppskotið komið fyrr fyri tingið, so tað kundi verið viðgjørt, hevði tað havt betri møguleika fyri at verið samtykt. Tað ber nevniliga ikki til at sláa seg saman um eitt slíkt uppskot mitt undir einari viðgerð, vísir Jógvan við Keldu á. Somuleiðis vísir hann á, Suðuroyar Sjúkrahús kanska hevði fingið hægri játtan, um strongt varð á fíggjarnevndina um hetta. Tað hevði verið rætta mannagongdin, heldur hann.

Fólkaflokstingmaðurin í Klaksvík vísir í hesum sambandi á, at Tekniski Skúli í Klaksvík er í ógvuliga vánaligum standi, og at neyðugt er við góðum tveimum milliónum at umvæla hann fyri. Men hóast Jógvan við Keldu fleiri ferðir hevur roynt at fáa hendan pening játtaðan til skúlan, hevur tað ikki eydnast. Men fyri tað hevði hann ikki funnið uppá at sligið seg saman við øðrum um uppskot um at fáa peningin játtaðan mitt undir viðgerðini av fíggjarlógini.

? Eg kundi sum einki fingið tingfólk at skriva undir eitt uppskot um at játta hendan pening til skúlan, men eg hevði ikki gjørt tað, tá eg visti, at tað kortini ikki fór at fáa undirtøku.


Mugu standa saman

Jógvan við Keldu heldur ikki, at tað er rætt av Javnaðarflokkinum at sleppa stuðulinum til útjaðarabólkin, ið hann er forsprákari fyri, orsakað av, at uppskotið um meirjáttan til Suðuroyar Sjúkrahús fall. Hann vísir á, at útjaðarapolitikarar mugu standa saman.

? Vit politikarar koma ofta út fyri, at mál, sum vit ætla at fáa ígjøgnum, fella. Sjálvandi verða vit í fyrstu atløgu keddir um hetta, men livast skal víðari.

? Hóast vit útjaðaratingmenn mugu standa saman um at menna útjaðaran, merkir hetta ikki, at vit skulu taka undir við øllum uppskotum hjá hvørjum øðrum. Samstarv um at menna útjaðaran skal ikki merkja, at øll skulu fáa alt ígjøgnum, vísir Jógvan við Keldu á.

Fólkaflokstingmaðurin og býráðsformaðurin úr Klaksvík leggur dent á, at hetta ávísa málið ikki má syndra samstarvið millum útjaðaratinglimir.