Solrun Kristensen
Argir
?????
Nú hava vit hoyrt at Kári P. Højgaard hevur lagt eitt uppskot fyri tingið um at lækka avgjaldið á motorsúkklum, hetta ljóðar til at vera eitt eymt punkt hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd og Jón Kragesteen. Tað hava vit kunna lisið bæði í Sosialinum og Dimmalætting.
Hetta vil eg fegin gera onkrar viðmerkingar til, eg eri ein kona fyrst í 40-inum sum havi fingið koyrikort til motorsúkklu fyri 11/2 ári síðani; og tíbetur eigi eg eina motorsúkklu. Mín motorsúkkla er ikki nýggj, hóast tað hevði veri ynskiligt at átt eina nýggja, men tað loyvdi pengapungurin ikki, so eg mátti keypa eina brúkta motorsúkklu sum er komin uttanlanda frá.
Jón Kragesteen tosar um nullhugsjónina, tað er eisini eitt gott mál at hava, tí ongin hevur áhuga í at nakar skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni.
Jón skrivar eisini at tað eru 27 fólk deyð í ferðsluni og fleiri sum hava fingið varandi mein. Tað sum Jón skuldi lagt afturat var, at tað í hesum tíðarskeiðið er ein deyður á motorsúkklu og ongin hevur fingið varandi mein sum hevur koyrt motorsúkklu.
Jón tosar eisini um at fáa tryggari ferðslu og hvussu kunnu vit fáa tað? Tað mest vandamikla við at koyra motorsúkklu úti á vegunum í Føroyum, eru teir bilarnir sum ikki virða hvørki motorsúkklur ella prutl. Bæði tey sum koyra prutl og motorsúkklu kenna til tað at bilar koyra beint út fyri og eisini royna at trýsta tey inn ímóti fortovskantum. Har eru tað bilførarnir sum man skuldi lagt eftir og ikki tey ið koyra á motorsúkklu og prutli. Hygg so eisini eftir hesum stóru lastbilunum sum eru fulllessaðir av t.d mold, skervi og eisini gróti, tá teir fara um eitt sving rennir ein partur av lessinum niður við síðuni, hetta sleppa teir gott frá ongin sigur nakað og ongin ger nakað. Hetta er eitt tað mest vandamikla man sum koyrari á eini og hvørjari súkklu kann koma út fyri. Fyri nøkrum áðrenn síðani var júst eitt sovorðið dømi um at ein ung genta doyði og ein onnur fekk stóran løst, tá tær ikki kláraðu at steðga við treytaleysa víkiskyldu orsakað av skervi ella sandi sum lá á vegnum. Mítt dagliga arbeiði er at koyra býbuss, eg havi mangan sæð hvussu nógv dettur aftuúr lastini á lastbilum, eisini grót.
Eisini verður tosa nógv um hvussu nógv talið á motorsúkklum er økt tey seinastu árini. Tað nyttar onki at stinga høvdið niður í sandin og halda at tá man hyggur uppaftur eru allar motorsúkklurnar burtur, soleiðis er og verður ikki; motorsúkklurnar eru komnar fyri at verða og fyrr enn man góðtekur tað er ringt at fáa eina skilagóða loysn. Jón skrivar eisini at um avgjaldið lækkar koma helst fleiri motorsúkklur inn í landi. Jón tær koma sjálvt um avgjaldið ikki lækkar, tá verða tað bara tað eldri tær motorsúkklurnar sum koma. Eg kann eisini keypa eina motorsúkklu sum er eldri enn 25 ár, eitt ellisakfar, hendan kann eisini koyra 200 km/t og trygdin er eisini hareftir, eg sleppi undan at gjalda fyri avgjald, tí hon er avgjaldsfrí. Ein persónur sum vil hava eina motorsúkklu, hann keypir eina óansað. Hevur ein persónur t.d. 60.000 kr, tað fær viðkomandi ikki eina nýggja motorsúkklu fyri, so verður hugt eftir hvat fái eg fyri 60.000 kr, á jú har er ein motorsúkkla frá t.d. 1990 ok so keypi eg hana, tað mátti sagt seg sjálvt at tað hevði veri betri um viðkomandi fekk eina nýggjari motorsúkklu, serliga tá hugsa verður um trygdina.
Kári P. Højgaard sigur at lækkar avgjaldi koma heldur nýggjar enn gamlar motorsúkklur, hetta eri eg samd í, tí tá fært tú betri súkklur fyri sami pengar, t.d. hasin við teimum 60.000 kr. Viðkomandi vil fáa eina nógv nýggjari motorsúkklu og harvið eisini tryggari. Eisini vil tað blíva ein náttúrlig útskifting av motorsúkklum, tí sum tað er í dag, fært tú altíð okkurt fyri eina gamla motorsúkklu. Men um avgjaldi lækkar, vilja tær gomlu motorsúkklunar fella í virðið og av tí at tær nýggju blíva bíligari verður tað trupult at sleppa av við eina gamla motorsúkklu.
So Jón Kragesteen hetta skuldi verði tikið við tá hugsa verður um null-hugsjónina. Eg vil enn einaferð gera greitt at eg takið undir við at ongin skal doyggja og fáa varandi mein í ferðsluni, men vit vita øll tað at forboðin frugt smakkar ofta best.
Gleðilig Jól, vónandi var hetta okkurt at hugsa um til RFF, Jón Kragesteen og landsins kosnu menn og kvinnur.