Uppskriftin verður tann sama

Setningurin hjá HB á heimavølli er beinanvegin at skora málið ímóti EB/Streymi, sum tað ikki eydnaðist at fáa ímóti AB

Í HB leguni var tað stórt vónbrot, at tað ikki eydnaðist at vinna á heimavølli ímóti TB, sum fór úr Gundadali við málleysum javnleiki:

-TB hevði nógva orku og áræði. Hjá okkum var stóri trupulleikin, at vit spældu ov lítið, og at vit sparkaðu ov nógv. Vit høvdu vónað, at tað skuldi eydnast at fáa mál tíðliga. Tað eydnaðist ikki, og so var talan um ov strongt avrik, sigur HB liðformaðurin Fróði Benjaminsen.

HB er altíð favorittur í Gundadali. Soleiðis verður tað sjálvandi eisini, tá ið EB/Streyma liðið við nógvum ungum og óroyndum spælarum fer at vitja í dag. Tað er rættiliga upplagt, at dystargongdin fer at minna nógv um hana, tá ið TB var í Gundadali. EB/Streymur var í fyrsta umfari í Gundadali, og tá eydnaðist tað við at leggja stóran dent á verjuna og skjótum álopum at røkka 1-1.

Álopsspælarin Pál Mohr Joensen er knæskaddur, meðan Arnbjørn Hansen er tøkur aftur og harvið fer at spæla fyri fyrstu ferð ímóti barndómsfelag sínum.

 

Í EB/Streymi harmast teir um, at tað ikki eydnaðist at vinna á heimavølli ímóti AB, sum fór suður aftur við málleysum javnleiki.

-Verjuparturin er vorðin nógv betri seinastu ferðirnar. Stóri trupulleikin er, at vit ikki skora mál. Vit høvdu vónað, at tað skuldi eydnast at vinna, áðrenn FM kandidatarnir eru á skránni. Nú bíða HB, Víkingur og KÍ, og so mugu vit vóna, at tað fer at eydnast at vinna fulla úrtøku ímóti einum ella fleiri av hesum liðunum, sigur EB/Streyma liðformaðurin Niels Pauli Danielsen.

Rasmus Dan Sørensen og Jens Michael Jensen eru so mikið skaðaplágaðir, at teir ikki eru førir fyri at spæla í dag. Tann fyrri er fótskaddur, og hjá tí seinna er skaðin í lærkrikanum.