Uppsparing í virðisbrøv skal lønast – við eini smidligari skipan við lægri skatti

Í okkara grannalondum, eitt nú í Danmark, eru væleydnaðar skipanir, so sum ”aktiesparekonto”, har øll kunnu hava eina slíka konto í sínum peningastovni.

 

Fyrimunurin er eitt nú, at uppsparar bert rinda 17% av órealiseraðum vinningi eftir ”lagurprinsippinum” hvørt ár, í staðin fyri at rinda 27–42% av staðfestum vinningi í kapitalvinningsskatti. Fyri 2026 er eitt loft á virðinum á slíkari konto á 174.200 kr. Og peningastovnurin ger hvørt ár uppgerðina fyri kundan og rindar skattin fyri kundan.

 

Fólkaflokkurin hevur í síni valskrá eitt lyfti um: ”at tað skal verða lættari at gera íløgur sum privatpersónur”.

 

Í dag hava vit í Føroyum eina stóra avbjóðing við ”starvsfólkapartabrøvum”, sum gerst meira vanligt, bæði sum partur av lønini og fyri at tiltrekkja nýggj starvsfólk.

 

Í dag verða slík starvsfólkapartabrøv skatliga ásett sum ein ”gáva” og verða tí skattað. Hetta gevur als ikki meining, tí intentiónin við starvsfólkapartabrøvum jú er, at hetta skal gera tað attraktivt at varðveita og tiltrekkja góð starvsfólk. Tey verða í dag hinvegin straffað av TAKS við eini skattarokning fyri partabrøvini. Hetta má broytast, ongantíð ov skjótt.

 

Lat okkum tí gera eina skilagóða skipan, eina sokallaða ”virðisbræva-uppsparingarkonto”, sum tó er betri og meira einføld enn tann tilsvarandi danska skipanin, og sum eisini umfatar starvsfólkapartabrøv:

 

• Vit kunnu áseta eitt mark á 250.000 kr., sum føroyingar ígjøgnum sín peningastovn kunnu seta á eina virðisbræva-uppsparingarkonto. Talan skal bæði verða um vanlig børsnoterað virðisbrøv / partabrøv og/ella starvsfólkapartabrøv í føroyskum fyritøkum.

 

• Skattasatsurin eigur at vera 17,5% og skal bert rindast, tá ið partabrøv verða seld. Í mun til 35% kapitalvinningsskattin í dag kemur hetta at eggja føroyingum at seta pening í partabrøv upp til markið á 250.000 kr. og harvið at spara upp við einum rímiligum skatti.

 

• Peningastovnar í Føroyum eiga, sum í Danmark, at umsita hesa konto fyri sín kunda og senda uppgerðina til TAKS, tá ið skattur skal rindast – tó bert við sølu av virðisbrøvunum.

 

Ein slík skipan skal serliga gera tað meira attraktivt hjá ungum at byrja at spara og gera langtíðaríløgur tíðliga í lívinum. Altjóða kanningar vísa, at langtíðar væl spjaddar íløgur í eitt nú partabrøv í miðal geva 7–8% árliga. Hetta er munandi hægri enn at hava peningin standandi í bankanum.

 

Tú kanst stuðla mær og Fólkaflokkinum við hesum til løgtingsvalið 26. mars.

 

 

 

Birgir Nielsen, valevni til løgtingsvalið fyri Fólkaflokkin