Uppstásað Guðrun Sólja er til reiðar

Guðrun Sólja Jacobsen er klár at stíga innaftur í ljósið á danska tónleikapallinum. Hon verður við í Stjørna í eitt kvøld fríggjakvøldið, og um 10 dagar gevur hon nýggja fløgu út. Og til nýggja fløgu hoyrir eisini eitt nýtt »look«

Føroyska songkvinnan Guðrun Sólja Jacobsen bjóðar seg rættiliga fram á danska tónleikapallinum næstu dagarnar.
Fríggjakvøldið verður hon við í fjórða innleiðandi umfarinum í sangkappingini Stjørna í eitt kvøld, sum Danmarks Radio skipar fyri, og í næstum verður nýggja fløgan hjá henni at fáa í sølubúðunum í Danmark.
Guðrun Sólja fekk sítt gjøgnumbrot í Danmark, tá ið hon vann kappingina Stjørna í eitt kvøld, og síðani hevur hon fingist burtur av við tónleik ? bæði í Danmark og í Føroyum.
Fyrra fløgan hjá Guðrun Sólju seldi væl í Danmark, og hóast samstarvið við hennara táverandi plátufelag ikki helt fram, so eru tað onnur, sum hava áhuga, og mánadagin kemur nýggja fløgan, Wake Up.

Nýggja sjónvarpslýsing
Á nýggju fløguni hjá Guðrun Sólju Jacobsen er kendir sangir, sum onnur fólk hava skrivað og sungið áður. Til dømis klassikarar sum Imagine og Every Breath You Take. Harafturat hevur Poul Halberg skrivað ein nýggjan sang til Guðrun, eins og føroyska Vøgguvísan, um longu hevur verið frammi, er við á útgávuni.
Á heimasíðuni hjá Guðrun ber til at hoyra brot av sangunum á nýggju fløguni, og har ber eisini til at síggja spildurnýggju sjónvarpslýsingina, sum skal føra nýggja útgávuna hjá Guðrun fram í Danmark.
Men áðrenn føroyingar og danir sleppa at keypa sær nýggju fløguna, kann Guðrun upplivast í sangkappingini Stjørna í eitt kvøld, sum verður send SvF fríggjakvøldið frá klokkan 19.00.