Edmund Joensen
? Vit skulu rudda upp eftir hesar jassarnar !
? Vit hava gjørt tað fyrr !
Á fundi undan seinasta løgtingsvali í stásiligu ítrottarhøllini á Eiði, boðaði eg frá, at Sambandsflokkurin var til reiðar at rudda upp eftir jassunum, og at vit høvdu gjørt tað fyrr. Her var sjálvandi sipað til upptakið eftir loysingarlandstýrini, sum hava sitið seks tey seinastu árini.
Tíverri vísir tað seg nú, at støðan er álvarsligari enn flestu góvu sær far um. Núverandi samgonga fær úr at gera við at rudda upp eftir undanfarnu samgongum. Seks ár er long tíð í politiskum høpi, og skaðarnir eru sum nevnt uppaftur størri enn av fyrstantíð hildið.
Á tí fíggjarliga økinum eru stórskaðar hendir, sum til dømis tað, at løgtingsfíggjarlógin er hækka við umleið 1200 milliónum, harav størsti parturturin eru almennar lønarhækkingar, sum sjálvandi hava negativar avleiðingar fyri lønarlagið í øllum landinum.
Kappingarførið og kostnaðarstøðið hjá vinnulívinum, sum var rímiliga gott, er burtur eftir seks árum. Fiskavirkini klára seg illa, og ein størri og størri partur av fiskanøgdini fer óvirkað av landinum. Alivinnan er tódnað niður í lítið og einki, og rækjuvinnan syngur sín svanasong. Arbeiðsloysið er eisini vaksandi.
Og sum rosinan í pylsuendanum (og tað er tað ringasta av øllum), er at politiska umsitingin av fiskidagaskipanini hevur ikki livað upp til setningin at regulera veiðitrýsið.
Skaðan á ríkisfelagskapin fara vit eisini at rudda upp í, so sum avtalað er í samgongu-skjalinum.
Ongin skipan er betri enn fólkini sum umsita hana, gera hana til
Fiskidagaskipanin var og er ein væl egnað skipan fyri Føroyar, men sum so ofta sagt fyrr, so er eingin skipan betri enn fólkini sum umsita hana, gera hana til. Skipanin skuldi, fyri at kunna virka eftir ætlan, fylgjast upp við eini reguleringsskipan, sum tryggjaði at veiðutrýstið ikki øktist. Við ørðum orðum skuldu fiskidagarnir fækka, um skipini fingu størri veiðuorku, tað veri seg meira línu (fleiri húkar), størri trol, størri motor, ella á annan hátt fingu broytingar gjørdar, sum øktu um veiðutrýstið.
Seks ára loysingarsamgongurnar hava ikki fylgt hesum upp. Tvørturímóti er veiðutrýstið sambært serfrøðini økt tvífalt bara síðan ár 2001.
Hetta er jú vanvit og slíkt kann eingin skipan halda til. Hevur ein eina skipan, so er sjálvandi neyðugt at hava rygg til at fylgja upp og stýra eftir ætlaðu skipanini.
Verða noydd at rudda upp
Allar hesar trupulleikar, og nógvar afturat, hevur nýggja samgongan arvað eftir seks ára loysingarlandstýrini. Hetta er ein heilt onnur mynd, enn føgru lyftini um fíggjar- og búskaparstýring, óavmarkaða uppsparing og framburð, sum loysingarlandstýrini boðaðu frá.
Eg ætli mær at royna at halda lyftini, sum vórðu givin í ítróttarhøllini á Eiði undan valinum. Vit verða noydd at rudda upp eftir hasar jassarnar eina ferð enn - eins og vit hava gjørt tað fyrr!