Tað verða tríggir dystir í 20. umfari í Betri deildini hjá monnum í dag. Í Sarpugerði fær Víkingur vitjan av Skála. Hetta er annar dysturin hjá Jóhan Peturi Poulsen sum venjara hjá Víkingi.
Heimaliðið slapp við skrekkinum, so at siga, tá Finnur Justinussen tvær ferðir skoraði móti endanum av dystinum móti EB/Streymi. Eftir umstríddavenjaraskiftið, har Eyðun Klakstein bleiv koyrdur frá eftir tríggjar sigrar upp í slag, so var Víkingur aftanfyri móti EB/Streymi, men vann í evstu løtu.
Víkingur er stórfavorittur at vinna á Skála, men skálamenn stóðu leingi ímóti, tá KÍ var á vitjan týskvøldið. Tí bendir nógv á, at Skála fer at klára at standa ímóti í eina tíð. Víkingur hevur tó tríggjar mans í form, sum kunnu skjóta mál. Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen og nú eisini Andreas Lava Olsen, sum er tøkur aftur eftir leikbann.
Víkingur-Skála
Sunnudagin klokkan 15
Dómari: Rúni Gaardbo
Liðtíðindi:
Víkingur:
Allir mans tøkir
Við aftur: Andreas Lava Olsen
Skála:
Ivasamir: Haraldur R. Højgaard og Jan Ingason Hansen
Betri deildin menn 20. umfar:
Leygardagin:
TB-KÍ 0-0
NSÍ-EB/Steymur
Sunnudagin:
B36-AB (14.00) Beinleiðis á FM1
Víkingur-Skála (15.00)
HB-ÍF (18.30) Beinleiðis á FM1