Uppvaksin á hotelli og fær hotellini at vaksa

Johannes Jensen fekk hotellvinnuna í blóðið, tá hann sum smádrongur plagdi at hjálpa foreldrum sínum á Hotel Føroyum á Kongabrúnni, men var bæði í Indonesia, Týsklandi og 16 ár á Fiskasøluni, áðrenn dreymurin um at gerast hotellstjóri gekk út. Í dag setir hann futt í ferðavinnuna og býarlívið í Havn sum stjóri á Hotel Føroyum, Hotel Tórshavn, Vallaraheiminum Kerjalon, Hvonn, Etika og Kafé Vágsbotn

Hann var í uppskoti at gerast ársins privati leiðari í ár, og hóast hann ikki fekk heiðurin, kundi hent, at hann fekk hann seinni, tí sum leiðari er hann bæði uppfinnsamur, framfýsin og fjølbroyttur.

Johannes Jensen er navnið, og tey, sum hava fylgt við føroyskum vinnulívi í nøkur áratíggju, vita, at hann leingi starvaðist á Fiskasøluni. Síðan 2002 hevur hann verið stjóri á Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn, sum eigur væl umtóktu matstovuna, kaffistovuna og barrina, Hvonn, og júst hevur latið upp sushibarrirnar Etika í Havn og Keypmannahavn.

Johannes Jensen fekk boðini umvegis fartelefonina, at Sosialurin vildi lýsa hansara starvsleið og kanska eisini umrøða hansara vinnusjónarmið, men var onki fyri tí. - Eg eri yvirhøvur ikki upp á handan mátan, so hatta vil eg ikki, segði hann nærum tvørur. Og so fór tann stóra lirkanin í gongd. Var hann ikki eisini nevndarlimur í Bakkafrost? Hevði hann ikki verið nógv uttanlands og arbeitt? Og hvussu við nevndini í Effo? Var hann ikki akkurát rætti maðurin til eitt portrett í einum vikuskiftisblað?

Jú, tað var hann kanska, mutlaði hann drálandi og bað um at fáa ein teldupost um málið. Politikarar parkera strævnastu málini í nevndum. Vinnulívsleiðarar parkera tey í teldupostum. Og í innbakkanum mundi portrettið endað sínar dagar sum nakrir ósvaraðir innleiðandi spurningar, men eftir áhaldandi telefonboð svaraði hann loksins, og so kundi farast undir samrøðuna í matstovuni á Hotel Føroyum ein vakran kavamorgun herfyri.


Hotellvinnan í blóðið

Johannes Jensen kann tykjast smæðin, um tú ikki kennir hann, og hann sigur sjálvur, at hann er ikki nakar alfaðirligur leiðarafigurur, sum lættliga stígur fram alment og fær øll at ganga aftan á sær.

- Men eg haldi, eg dugi at leiða, sigur hann. - Kanska eg reypi, men eg haldi meg duga at hyggja í eyguni á fólki, knýta tey at mær og skapa eina meining við teirra arbeiði. Hinvegin kann eg ivaleyst vera strævin, tí eg havi lyndi til at vera krevjandi, kanska ov krevjandi mótvegis starvsfólkunum. Men eg geri ikki alt hetta bara fyri at fáa vinning. Eg vil sleppa at skapa okkurt meiningsfult og geva kundunum tað, teir vilja hava, og kanska eisini geva teimum okkurt heilt nýtt, sigur hann.

So soleiðis er maðurin, sum situr í matstovuni hendan skyggjandi hvíta hósmorgunin á hotellinum við Oyggjarvegin. Í veruleikanum var starvið sum hotellstjóri hansara barnadreymur, og dreymurin stóðst ikki av ongum. Foreldur hansara, Meinhard og Ruth Jensen, yvirtóku Hotel Føroyar á Kongabrúnni í 1970, tá Johannes var sjey ára gamal, og har búðu tey øll, til tey fluttu til Hoyvíkar í 1979. Barnaárini á Kongabrúnni fór hotellvinnan í blóðið.

- Eg eri í grundini uppvaksin í einum hotellkøki, sigur hann. - Á hotellinum var stórt virksemi, og nógv skuldi gerast. Vóru stór tiltøk í býnum, stóð eg kanska knappliga og flusti eplir í køkinum, og um mamma ikki hevði tíð at gera mær og beiggja mínum mat, fingu vit bara at eta frá onkrum av teimum fittu konunum á hotellinum. Vit búðu í eini íbúð á hotellinum og kendu okkum eitt sindur øðrvísi enn onnur børn, men vit høvdu tað gott.


Blakaður úr skúlanum

Tey fyrstu sjey skúlaárini gekk hann hjá nonnunum, og tá sjeyndi flokkur var av, fór hann í Eysturskúlan at ganga. Hetta var í 1976, tá skúlin var spildurnýggjur. Eftir tað fór hann í Hoydalar, og har hilnaðist bæði nøkulunda og heilt illa, tí í 3.g., tá hann var um at vera liðugur, varð hann blakaður til hús saman við nøkrum floksfeløgum, tí hann hevði skulkað ov illa. Hóast orsøkin var, at hann arbeiddi ov nógv á hotellinum á Kongabrúnni, stóð avgerðin hjá rektaranum við.

- Skúlin hevur ongantíð verið nøkur success hjá mær, staðfestir Johannes og smílist nærum umberandi. - Eg hevði ikki hugin, og kanska hevði eg heldur ikki evnini, men seinni havi eg ásannað, at útbúgving hevur alstóran týdning, tí við útbúgvingum fært tú vitan og amboð at nýta í veruliga lívinum. Í dag hugsi eg mangan, hvat vit skuldu gjørt uttan øll hesi fólkini, sum eru so væl útbúgvin. Hinvegin haldi eg, at akademiskt tos flytur lítið, um tað ikki eisini kann flytast í praktiskar gerðir, sigur hann.

Júst soleiðis hugsaði tann útblakaði studentaskúlanæmingurin, tá hann í 1983 pakkaði klæðsekkin og fór til Jakarta í Indonesia at arbeiða á Hyatt Hotel sum sjálvboðin hjálpari. Í heimsins størsta muslimska landi fekk hann innlit í, hvussu fjølbroytt og øðrvísi verðin er, og í dag fegnast hann um alt tað, hann lærdi í Jakarta. Men afturkomin eitt ár seinni nívdi tað hann, at prógvið í Hoydølum ongantíð fekst til høldar, og so gekk leiðin inn á stjórakontórið hjá Heðini Samuelsen á Føroya Handilsskúla.

- Eg vildi taka HH, sum vanliga tekur tvey ár, men helt ikki, at eg átti at brúka meira enn eitt ár, tá eg hevði gingið nærum trý ár í studentaskúla. Hetta gjørdi eg Heðini greitt, og hann má hava hildið, at hesin ungi maðurin ógvuliga fegin vildi hava útbúgvingina, tí hann eftirlíkaði mínum ynski. Tað eri eg takksamur fyri enn. Og avgerðin var røtt, tí eg fekk prógvið, sigur hann.


Seldi luft fyri Unilever

Nú var tað, at Johannes ætlaði at fara í hotellvinnuna, men í 1985 vildi so illa til, at nýggja Hotel Føroyar, ið stóð liðugt við Oyggjarvegin í 1983, fór á húsagang. Tá hann leit seg í kring eftir øðrum avbjóðingum, festu eyguni seg skjótt við vinnuliga kókipottin Yviri við Strond í Havn, Føroya Fiskasølu. Har slapp hann innum og arbeiddi eitt ár á avskipingardeildini, áðrenn hann bað starvsfólkaleiðaran, Nils Sørensen, um at sleppa at lesa til akademiøkonom.

- Eg fór at lesa á Niels Brock í Keypmannahavn, og við hesi útbúgvingini byrjaði mín akademiski førleiki innan marknaðarføring og útflutning. Vit lærdu, hvussu ymiskar mentanir kunnu vera, og mentu okkara málsligu førleikar. Hetta var góður førningur at fáa, men mær longdist eftir at sleppa at royna meg í veruliga lívinum, tá árið har var av. Eftir lesturin fekk eg gjøgnum Fiskasøluna eitt praktikkpláss hjá Unilever í Týsklandi, og har slapp eg av álvara at royna meg, greiðir Johannes frá.

Fyrst var hann á innkeypsdeildini fyri fisk hjá Unilever, men so hildu tey, at hann fekk ov nógv at vita um kappingarneytar hjá Fiskasøluni, og tí varð hann fluttur á deildina, sum fekst við at marknaðarføra ís. Tað var av sonnum læruríkt. Sølan av fiski hjá Unilever var onki gullnám, men tað var sølan av ísi. Tey seldu leskiligar ísar av alskyns slagi til allan tann innara marknaðin í EF, sum ES tá kallaðist.

- Tá tú selur ís, selur tú eisini eina rúgvu av luft. Umleið helvtin av einum ísi er luft, og fólk keypa tað. Tú kanst ætla, hvussu nógvir pengar eru at tjena at selja eina sovorðna vøru. Tey allarflestu keyptu vaniljuís, eini 75 prosent, men kortini legði Unilever dent á at menna eini 15 ymisk sløg av ísi, tí strategiska hugsanin var, at fyrr ella seinni var marknaðurin búgvin til onnur sløg av ísi.. Tey vóru alla tíðina framman fyri sína tíð, sigur Johannes.


Fiskasølan læruplássið

Leiðin gekk síðan aftur til Føroya, og í 1988 gjørdist hann sølu- og marknaðarleiðari á Føroya Fiskasølu, sum legði alsamt størri dent á at virðisøkja fiskin og selja hann í portiónum. Johannes var við til at selja fyrsta føroyska laksin sum portión á evropeiska marknaðinum, og fyri stuttum kom hann aftur á slóðina, tá hann gjørdist varanevndarformaður í milliardafyritøkuni Bakkafrost, sum nú er skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo.

- Fiskasølan var mítt stóra lærupláss í 16 ár. Har arbeiddi eg undir Birgiri Danielsen, Bjarta Mohr, Nils Sørensen, Poul Michelsen og Hans Jóhannes á Brúgv. Eg skal ikki taka dagar ímillum teir sum stjórar, tí allir høvdu sítt. Men Birgir var tann fyrsti stjórin, og hann var ein stór persónmenska innan fiskasølu í øllum Norðurevropa. Hann var ógvuliga tilvitaður um góðsku og visti alt um marknaðin. Hann vildi bara hava tað besta, tí, sum hann segði, í niðurgongd yvirlivir bara tað besta og ikki tað næstbesta og triðbesta.. Hann lærdi meg nógv, staðfestir Johannes.

Sølu- og marknaðarleiðari var hann til 1994, tá hann flutti til Fraklands at standa fyri sølukontórinum hjá Fiskasøluni har. Í Fraklandi var hann í trý ár. Haðani fór øll familjan til Lancaster í Onglandi, har hann fór undir leiðsluútbúgvingina MBA.. Hana tók hann í eitt ár saman við 54 øðrum næmingum úr 27 ymsum londum. Eisini her lærdi hann nógv av teimum, hann var saman við, eitt nú um tolsemi og at fata veruleikan av nýggjum.

Eftir uppihaldini í Fraklandi og Onglandi gekk leiðin aftur á Fiskasøluna, sum nú var umskipað til partafelagið Faroe Seafood. Men stórtíðin hjá fyritøkuni var av, og í 2001 endaði starvsleiðin har. Nú vildi hann sleppa at royna seg í oljuvinnuni.

- Eg var í veruleikanum givin á Faroe Seafood og sat heima og hugsaði um olju, tá Óli Hammer ringdi av Smyril Line og spurdi, um eg hevði hug at gerast stjóri á Hotel Føroyum. Eg visti ikki. Eg tímdi ikki rættiliga, tí hotellið hevði lítlan umsetning og ongi serlig úrslit, men tá eg so hugsaði nærri um tað, sá eg ymsar møguleikar at menna hotellið, og so tók eg av. Fyrsta árið høvdu vit eitt kanónúrslit við fimm milliónum í avlopi, og síðan hava vit havt avlop hvørt ár.




Ein skapandi sál

Og mangt er komið á skaftið, síðan Óli Hammer sendi boð eftir honum fyri skjótt 10 árum síðan. Í 2005 keypti Johannes 40 prosent av partabrøvunum í Hotel Føroyum. Fleiri onnur starvsfólk keyptu seg eisini inn í hotellið tá, og saman brenna tey øll fyri arbeiðsplássinum og megnaðu at fáa avlop í 2009, hóast gistingarnar minkaðu munandi. Avlopið stóðst sambært Johannesi av, at starvsfólkini gjørdu eitt stórt arbeiði at spara og effektivisera raksturin.

Hotel Føroyar er ikki einasta fyritøkan, tey skulu fáa at bera seg. Vallaraheimið Kerjalon, Hotel Tórshavn, Hvonn, Kafé Vágsbotn, Borðkrókur og Etika eru øll støð, ið krevja sítt, og onki er at taka seg aftur í, at Hvonn, Kafé Vágsbotn og Etika hava verið heppin átøk, ikki bara fyri Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn, men fyri Havnina og alla ferðavinnuna, tí sera mong fólk vitja hesi støð.

- Eg minnist, at vit stóðu og rokaðust í Vágsbotni við at stoypa og leggja flisar. Tá kom ein maður yvir og segði, at eg var ørur í høvdinum, tí hatta fór aldrin at ganga. Tá svaraði eg, at eg hevði ongantíð trúð so nógv upp á eitt tiltak sum Hvonn, og hann skuldi bara fáa at síggja. Í dag minnir hann meg ofta á hetta, og hann ásannar, at hann fór skeivur. Hvonn gongur sera væl, eisini eftir donskum mátistokki, sigur Johannes.

Um summarið er Kafé Vágsbotn eisini eitt av mest vitjaðu støðunum í Havn, og uppi á Áarvegnum hevur landsins fyrsta sushibarr av álvara fingið soyuna at renna og gongur betur enn upprunaliga væntað. Í Keypamannahavn hevur Hotel Føroyar so latið upp sína næstu sushibarr, og Johannes Jensen veit sum vera man ikki, hvussu har fer at gangast..

- Eg geri ikki alt hetta, tí eg veit, at tað fer at rigga. Tað einasta, eg veit, er, at mín tíð er nú, og tað er nú, eg skal gera tað, eg droymi um at gera. Eg vil ikki sita sum 70 ára gamal og angra, at eg ikki gjørdi tað, eg droymdi um. Mær dámar væl at leiða, og kanska kemst tað av, at eg var gulur skóti í 10 ár. Eg var patruljuførari longu tá. Sum leiðari eri eg meira kreativur enn systematiskur, og tað haldi eg er í lagi, tí tað eru sjáldan tey, sum duga best við Excel-ørkum, ið skapa størsta vøksturin, sigur Johannes Jensen.