Fiskivinna
Ein stívliga seksti ára gamal skipari, sum hevur roynt undir Føroyum seinastu hálvt hundrað árini, ringdi av fiskileið til Sosialin í gjáramorgunin. Hann eggjaði blaðnum at leggja upp til alment kjak um, hvør orsøkin er til, at upsin, sum partrolararnir fáa, hevur verið smærri og smærri seinastu átta árini. Skiparin helt, at um tað er so, at stóri upsin endar í trolinum hjá stóru svartkjaftatrolarunum, hevði tað verið best fyri allar partar, um hesin trupulleikin varð loystur.
Eingi prógv
- Sum er, hava vit eingi prógv fyri hesum. Men eg havi verið saman við monnum, ið hava verið á svartkjaftaveiði undir Føroyum. Hesir siga, at stór íblanding stundum kann vera av upsa og toski, tá ið roynt verður á ávísum leiðum, eitt nú norðanfyri og eystanfyri.
Skiparin heldur ikki, at teir, sum eru við stóru svartkjaftatrolarunum, høvdu mist nakað sum helst, um sannleikin kom á borðið.
- Hesi skip liva jú av tí, sum í fyrsta lagi svartkjafturin, sildin og makrelurin geva. Er upsi og toskur uppi í veiðini, er tað kortini bert viðfáningur í mun til tær velduga stóru nøgdirnar, sum hesi skipini føra til lands gjøgnum árið.
Hann heldur, at ein neyv kanning av svartkjaftafiskiskapinum eisini hevði styrkt okkara støðu mótvegis øðrum tjóðum, sum fiska svartkjaft undir Føroyum.
- Okkum nýtist prógvini, áðrenn tað ber til at gera nakað við henda trupulleika, leggur hann dent á.
Skiparin sigur, at tá ið tað er prógvað, um hesir stóru trolarar fiska tann stóra upsan og partvís toskin, eiga myndugleikarnir at krevja, at ryst verður sett í trolið hjá hesum skipum, soleiðis at tann stóri fiskurin sleppur útaftur ? og ikki verður tikin.
- Tað kann væl ikki vera so torført at finna út av, um illgrunin hjá okkum, sum fiska upsa undir Føroyum, er rættur.
Veiðan broytt
Hann vísir á, at upsaveiðan undir Føroyum er nógv broytt, síðan tann nógva svartkjaftaveiðan tók seg upp, og skipini bæði gjørdust størri, betri og nógv effektivari.
- Vit hava tvey sløg av upsa; summarupsa, sum er smáur og gýtingarupsa, sum er stórur. Summarupsin gongur uppi í reyðæti og smádjórum, meðan tann stóri fiskurin gongur uppi í svartkjafti, sild og øðrum fiski.
Sjálvur hevur upsaskiparin verið á sildaveiði í sínari tíð, og tá var ikki óvanligt, at teir lógu við snellu og fiskaðu sær nakrar yvirvaksnar upsar ella toskar til døgurða.
- Eg haldi, at støðan við upsafiskiskapinum undir Føroyum og harvið eisini við virkisliðnum á landi nú er so álvarsom, at myndugleikarnir noyðast at gera nakað við hetta. Tað er eingin orsøk til, at nakar missir nakað við, at hesi viðurskifti verða løgd undir sjóneyku. Heldur er tað so, at allir partar kunnu fáa meira burtur úr ? og somuleiðis betri samvitsku, um uppíblandingin er so stór, sum vit stúra fyri, at hon í veruleikanum er.
Jú, sigur skiparin. ? Her er okkurt á vási, sum ikki hevur verið fyrr, um vit fara eini átta ár aftur í tíðina.
- Tað er so nógvur upsi at fáa, sum ongantíð áður, men eingi prógv eru fyri, hvar tann stóri fiskurin er ? og hvar hann endar. Hinvegin er greitt, at hann er onkustaðni. Tað kann væl ikki bera til, at tá ið nøgdin av upsa í havinum er so stór, at so lítið av stórum fiski er at fáa.
Tænir best
Skiparin vísir á, at tað er ikki langt síðan, at íslendingar noyddust at steingja leiðir í íslendskum sjógvi, tí uppíblandingin av upsa og toski í veiðini hjá svartkjaftatrolarunum var so stór.
- Eg haldi, at vit eiga at fáa prógvini á borðið og halda okkum til sannleikan. Á tann hátt koma vit longst, og hetta kemur í longdini at tæna okkum øllum best.
Hann heldur, at tað skal vera undarligt, um ikki eitt hvørt samband er millum munandi broyttu upsaveiðina hjá partrolarunum og nýggju, stóru og effektivu svartkjaftatrolararnar, sum vit hava í føroyskum sjógvi ein stóran part av árinum.
- Veiðimynstrið broyttist fullkomiliga við stóru svartkjaftaveiðini, sigur hann og heldur fram:
- Eg stúri fyri, at tann stóri upsin kemur ikki inn á grunnin sum vanligt um heystarnar og várarnar, tí hann verður tikin í teimum stóru svartkjaftatrolunum, har hann gongur uppi í svartkjaftinum og sildini, sigur skiparin at enda.