Hendingin var tikin upp á sjónband, sum kann síggjast í fleiri miðlum – og sum eisini sæst her í greinini.
Pávin var á veg burtur frá kvinnuni, tá hon hálaði í hond hansara fyri at sleppa at heilsa upp á hann.
##med2##
Men tað fall ikki í góða jørð hjá pávanum, sum týðuliga gjørdust argur og svaraði við at sláa kvinnuna yvir hendurnar, áðrenn hann sleit seg leysan.
Í dag, dagin eftir hendingina, umbar ovastin í katólsku kirkjuni, og hann greiddi frá, at hann »misti tolið« við kvinnuliga fjepparanum.
/ritzau/