Út er komin bók Úr Gjáar søgu - Barnaminni 1 eftir Petur Jacob Sigvardsen. Útgevari er Forlagið Búgvin. Tað er Einars Prent í Tórshavn, ið hevur prentað og bundið inn. Lívdarkápuna hevur Grafik Studio í Havn gjørt.
Hetta er 1. bókin í einum bókaverki um heimbygdina Gjógv, sum rithøvundurin hevur lagt úr hondum.
Í hesi fyrstu bókini leiðir høvundurin lesaran - ikki bert inn í Gjáar søgu - men eisini inn í tað føroyska bygdalívið fyri hálvari øld síðan.
Vit koma fyrst til bygdina, hoyra um hús og húski, gøturnar og fjøllini. Vit fáa síðan at vita um: árið íkring, barnaheimið, kost og viðskera, gudslívið, høgtíðir, skúlan, ungdómin, ungmannafelag, samkomuhús, móðurmálið, skipsmenn, seyð, fjallgongu, seyðabýti og fletting, ull, harur, alidýr og skaðadýr, fuglaveiði, neytini, neytakonur og váringina - alt væl lýst í umleið 80 ymiskum táttum.
Í bókini eru harumframt o.u. 120 myndir, ið lýsa bæði bygd og bygdarlív tá á døgum. Bókin, ið er 270 síður, fæst nú í handlum kring landið. Hon kostar 270 krónur.