Úr savninum: 50 ár síðani "Meistarans Hond" kom í Sølubúðirnar

Hoyr brot úr eldri samrøðu hjá gamla Rás2 við M. C. Restorff um plátuna sum gjørdist ein føroyskur klassikkari

Frá vinstru, Kári av Reyni, sáli Kári Svensson, M.C. Restorff, Hans Joensen og Jógvan Norðbúð, sáli.

Frá vinstru, Kári av Reyni, sáli Kári Svensson, M.C. Restorff, Hans Joensen og Jógvan Norðbúð, sáli.

##med2##

 

Tað var í maj í 1972, at tann fyrsta plátan við Nikodemus sangbólkinum, ið nevnist "Meistarans Hond" kom í sølubúðirnar. Hetta fekk greinskrivarin fyri stuttum staðfest hjá útgevara, og frá tónleikarum og sangarum sum vóru við á útgávuni. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra brot úr einari samrøðu úr savninum hjá gamla Rás2, har M. C. Restorff greiðir frá útgávuni. 

 

M. C. greiðir frá, at hann og hinir limirnir í bólkinum Kári av Reyni, sáli, Kári Svensson, Hans Joensen og Jógvan Norðbúð, sáli høvdu sungið so nógv saman til møtir og tiltøk, at teir vóru so ótrúliga væl samansjóðaðir sangliga og musikalskt, og tí gjørdist sangurin so framúr góðar og harmoniirnar so framúr góðar á útgávuni. Tað vóru ikki so nógv tøknilig amboð at arbeiða við í einum upptøkuhølum tá á døgum, har ein kundi syngja tær ymisku røddirnar inn hvør sær. 

 

M. C. er fegin um, at útgávan sum er ein klassikkari í føroysku tónleikasøguni hevur staðið seg so væl hesi mongu farnu árini. 

 

Tónleikararnir á útgávuni vóru hesir: 

 

Árni av Reyni : klaver

 

Victor Carlsen : el-orgul

 

Johan Svensson: rytmugittar

 

Eli Andrésen: sologittar

 

Tummas Jacobsen: bassgittar

 

Øssur Berghamar: el-orgul

 

Christian Restorff: violin í sanginum "Meistarans Hond"

 

Frá vinstru, Kári av Reyni, sáli Kári Svensson, M.C. Restorff, Hans Joensen og Jógvan Norðbúð, sáli.

Frá vinstru, Kári av Reyni, sáli Kári Svensson, M.C. Restorff, Hans Joensen og Jógvan Norðbúð, sáli.

Úr savninum hjá gamla Rás2: M. C. Restorff um "Meistarans Hond"

Úr savninum hjá gamla Rás2: M. C. Restorff um "Meistarans Hond"