Hvønn halgidag leitar kirkjufólkið sær í tær føroysku kirkjurnar. Har verða tey fyrst møtt við klokkuringing, áðrenn urguleikarin fer til verka við sínum præludium, soleiðis sum hann altíð hevur gjørt.
Soleiðis er støðan mangastaðni, men á einstøkum plássum í Føroyum stendur ikki so væl til. Urgan er har, men eingin er leika uppá hana, av teirri einfaldu orsøk at urguleikari er ikki til.
Henda støðan er ikki ókend fyri felagið fyri føroyskar urguleikarar, og tí hevur felagið valt at gera nakað ítøkiligt við hesa álvarsomu støðuna. Tí skipaði felagið fyri fundi leygardagin at tosa um hesi viðurskiftini, saman við urguleikarum og øðrum áhugaðum.
Mong evni vórðu tikin fram á hesum fundinum, hvørs endamál var at lýsa støðuna í teimum ymisku kirkjunum, og síðani stinga út í kortið, hvat gerast kann fyri at bøta um hesa støðuna í framtíðini.
- Tað er lítil nytta í at hava eina stóra og vakra urgu í eini kirkju, um eingin er at spæla uppá hana, sum tikið varð til.
Arbeitt hevur verið við at skipað eina tónleikalinju fyri kirkjutónleik undir Musikkskúlan, her ein hevði møguleika at læra ungfólk upp til komandi urguleikarar. Greitt er, at mong av teimum eldru halda bert á sum urguleikarar, tí eingin annar er at taka yvir. Spurningurin er, hvussu leingi tað ber til at halda fram við eini slíkari loysn.
Á fundinum í Fríðrikskirkjuni á Toftum vóru 25 fólk savnaði at tosa um hetta viðkomandi evnið. Semja var um, at hetta hevði verið ein góður og gevandi fundur. So er bert eftir at vóna, at nøkur av málunum, ið umrødd vórðu, kunnu gerast til veruleika.
Hvør skal spæla?
Hesi seinastu árini hava nógvar av kirkjunum útvegað sær stórar, og harvið eisini kostnaðarmiklar urgur. Ein sigur, at urgan kostar so og so nógv, alt eftir hvussu nógvar røddir hon hevur. Hevur hon t.d. 30 røddir, kann urgan lættliga koma at kostar einar 3 mió. kr.
Eingin ivi er um, at allar hesar urgurnar eru eitt satt prýði inni í kirkjuni og geva sálmasanginum eina eyka dimensjón, tá væl verður spælt undir til sálmasangin. Men trupulleikin er mangan, at ov fá eru sum halda seg framat, tá spælast skal.
Í mongum av smærru kirkjunum eru tey í teirri støðuni, at trupult er at fáa urguleikarar til tær vanligu tænasturnar, hóast kirkjan eigur eina vakra og ikki minst vælljóðandi urgu. Her hevur ein oftast havt eina traðkiurgu ? ella pumpuorgul, sum summi nevna tað -, men sum var so illa farin, at hon ikki gjørdist aftur.
Her hevur Kirkjuráðið valt at skifta ta gomlu urguna út við eina spildurnýggja, - men hevur í hesum sambandi ikki í sama mun hugsað um, hvør persónur sum skuldi seta seg við hesa urguna.
Av hesi orsøk er støðan mangastaðni tann, at allar umstøður og allir karmar eru til at fáa gott undirspæl til sálmasangin, men at eingin er at fylla hesar karmar. Serliga ikki, um ein hugsar um at fáa hendur á urguleikarum sum eru væl útbúnir til hetta.
Fundur í Fríðríkskirkjuni eftirlýsti tí enn einaferð eina skipaða undirvísing í urguleiki og fyri verandi urguleikarar.
Undirvísing og Musikkskúli
Hetta við undirvísingini av verandi urguleikarum og ikki minst av nýggjum, er ikki eitt nýtt mál.
Felagið fyri teir føroysku urguleikararnar hevur áður tosað bæði við landsmyndugleikarnar og teir kirkjuligu myndugleikarnar, men enn er so ikki hent stórvegis í hesum høpi.
Fyri at bøta um støðuna hava nógv uppskot verið frammi: Ein hugsan var at fáa eina skipaða tónleikalinju fyri kirkjutónleik lagda undir tann føroyska Musikkskúlan. Her hevði ein møguleika at fáa fatur á spírum til komandi urguleikarar.
Hugsanin var her, at ein t.d. lat næmingarnar ganga til undirvísing í klaveri trý tey fyrstu árini, fyri síðani at bjóða teimum undirvísing í urguspæli, bæði við elektriskari urgu og við kirkjuurguna, sum summi skýra sum drotning ljóðføranna.
Við hesum varð vónað, at ein kundi fáa ein hóp av ungum fólkum, sum so líðandi vildu átaka sær uppgávuna sum urguleikarar við tær føroysku kirkjurnar.
Hugskotið er gott, men enn er so ikki nógv ítøkiligt hent á hesum økinum. Eingin ivi er tó um, at tørvurin á nýggjum urguleikarum minkar ikki, so hvørt sum árini líða.
Munur á kirkjutænarum?
Ein annar afturvendandi spurningur er løn ella samsýning til urguleikararnar: Skulu teir hava samsýning fyri tænastuna? Vilja teir hava samsýning fyri tænastuna? Ella skal tað vera neyðugt við eini samsýning fyri at fáa urguleikarar?
Onkur vil helst siga sum so, at ber tað til í framtíðini at hava eina kirkju við vælútbúnum urguleikarum sum haraftrat skulu hava eina tilsvarandi løn fyri arbeiðið ella tænastuna, teir gera? Og hvussu við hinum kirkjutænarunum, ið eisini gera ein stóra og trúfastan gerning í teirri kirkjuni, teir eisini eru so góðir við. Skulu hesi fólkini so eisini lønast?
Skal ein til at gera mun á einum klokkara sum "bara" ringir. Ella er tað meiri, at fyrireika seg frammanundan við einum lestri ella við at venja sálmarnar, enn hjá einum øðrum kirkjutænara, sum ikki hevur hesar fyrireikingarnar frammanundan fyri neyðini?
Urguleikarin er í øllum førum í teirri støðuni, at hann skal kenna sálmarnar frammanundan gudstænastuni. Spælir hann við eina av størru kirkjunum krevur hann eisini at finna fram tað urguljóðið sum sálmateksturin leggur upp til.
Men hvussu í teimum smærru kirkjunum á fjarskotnum plássum? Tær hava ikki altíð so lætt at fáa fatur á urguleikarum, og kunnu tí í framtíðini verða noyddar at fáa sær áðurnevnda tól, har urgan í roynd og veru spælir sjálv.
Tað er ikki øll sum dáma hesa loysnina. "Tað ljóðar so kalt, tá tað er ein maskina sum spælir", tók ein til.
Samsýning ella ikki
Spurningurin um samsýning er tí eisini viðkomandi í hesum prátinum. Summastaðni eru urguleikararnir settir í starv við fastari løn, meðan teir aðrastaðni ikki fáa nakað aftur fyri.
Eitt uppskot um hetta er gjørt, har ymsir tættir í viðurskiftunum hjá urguleikarunum eru tikin upp. Ein av spurningum er samsýningin fyri at spæla, - ein spurningur sum ikki er eins væl dámdur av øllum, m.a. tí at slíkt hevur ikki verið siðvenja í Føroyum.
Í hesum uppskotinum verður m.a. skotið upp at samsýningin verður roknað út í mun til fólkatalið í bygdini, av teirri einfaldu orsøk at í smáum bygdum eru færri herðar at bera hesar byrðarnar.
Skal ein skipan av hesum viðurskiftum setast í verk, er neyðugt við lóggávu á økinum. Henda finst ikki í dag, og tí eru umstøðurnar so ymiskar frá einum plássi til annað.
Víst verður m.a. til eina danska lóg, sum sigur at tað einans kunnu setast urguleikarar í starv í støðum, har tað búgva fleiri enn 2000 fólk. So henda skipanin hevði riggað sera illa til okkara serføroysku viðurskifti.
Tí liggur enn ein stórt arbeiði eftir at gera, fyrrenn hesin spurningurin verður loystur.
Ella sum sagt varð á fundinum: "Neyðugt er at hyggja frameftir. Tí mugu vit broyta siðvenjur og hugsa um framtíðina hjá kirkju okkara".