Urgukonsert í kvøld har Ari Hammer Joensen leikar

Í kvøld, páskaaftan ella leygardag reyða, verður urgukonsert við unga úrmælinginum Ari Hammer Joensen. Konsertin verður í Hoyvíkar kirkju kl. 19.

 

Hoyvíkar kirkja fekk nýggja urgu fyrraárið. 

 

Hetta skrivar folkakirkjan.fo.

 

Ari vann í fjør fyrstu virðisløn í kappingini Stella Polaris í bólkinum fyri ung millum 14 og 18 ár, og nú lesur hann á Kongaliga Musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn.

 

Skráin: 

 

1. Dietrich Buxtehude - Präludium und Fuga í D dur BuxWV 139 

 

2. César Franck - Chorale nr. 2 í h moll

 

3. Johann Sebastian Bach - Toccata und Fuga í F dur BWV 540

 

4. Felix Mendelssohn Bartholdy - Sonate nr. 3 í A dur Opus 65 Nr. 3

 

I Con moto maestoso

II Andante tranquillio

 

5. Johann Strauss II - An der schönen blauen Donau Walzer Opus 314

Arr. Jonathan Scott .