Urgukonsert við Torben Krebs

Í kvøld, klokkan 19, fáa eysturoyingar høvi til at hoyra danska urguleikaran Torben Krebs, tá hann fer at hava konsert í Fuglafjarðar kirkju

Tað verður urgukonsert í Fuglafjarðar kirkju í kvøld.

Tá fer kendi danski urguleikarin Torben Krebs at hava konsert.

Torben Krebs er sera kendur umkring í Europa og hevur verið á nógvum konsertferðum og ætlar hann sær á fleiri.

Umframt at hann dagliga spælir í Ansgar Kirkju í Odense, spælir Torben eisini við í ymsum klassiskum ensemblum.

M. a. spælir hann við í »Air Consertante«, sum er tvær saxofonir og urga, og í »Trio En Chamade«, sum er bólkur við tveimum trompetum og einari urgu.

Harafturat hevur Torben Krebs eisini givið út fløgu saman við øðrum kendum tónleikurum.

Á konsertini fer Torben Krebs at spæla verk eftir Bach, Barber og Mozart, umframt at hann fer at improvisera yvir føroysk sálmaløg