Fyrsta vikuskiftið í februar fáa føroyskir Heep fjepparar og onnur aftur møguleika at uppliva John Lawton, fyrrveranda sangara í Uriah Heep ,saman við føroyska rockbólkinum Deiggj, sum í september høvdu spælt saman í heili 30 ár.
John Lawton og Deiggj spældu fyrr í ár á stóra Jelling Festivalinum í Danmark. Henda konsertin gekk sera væl og avgjørt var tískil, at hava eina konsert í Norðurlandahúsinum í 2012. John Lawton og Deiggj høvdu eina konsert í Sjónleikarhúsinum í Havn í 2010. Henda konsertin varð seinni send í sjónvarpinum nýggjársdag.
Lawton avloysti Byron
John Lawton var sangarin sum loysti av David Byron í 1976. Lawton hevur innspæld fleiri hitt við Uriah Heep frá 1976-1979. Nevnast kunnu løg sum Free me, Wiseman, Hanging tree, Symphaty, Firefly og Come back to me.
Kvinnuligir gestasangarar og nýggj skrá
John Lawton og Dennis Lave og onnur í Deiggj fara at syngja fleiri av gomlu Heep hittunum - eisini tey, sum upprunaliga vórðu innspæld av David Byron og Uriah Heep fyrst í sjeytiárunum. Onkur onnur Heep løg verða at hoyra á konsertini og hartil verða 3 kendir føroyskir kvinnuligir gestakórsangar við á konsertini. Hesar eru Malan Eyðunsdóttir, Anna Maria Olsen og Laila Carlsen.
Ætlanin er at hava nakrar venjingar saman við John Lawton áðrenn konsertina leygarkvøldið 4 februar. Deiggj hava síðan Jóansøkufestivalin 2007 spælt ein hóp av Uriah Heep løgum í Føroyum og uttanlands, bæði einsamallir og saman við John Lawton. Lagt verður upp eitt brak av einari standikonsert í Norðurlandahúsinum.
Atgongumerkjasølan byrjar týsmorgun
Konsertin byrjar klokkan kl. 21 tann 4. februar. Dyrnar og kaffistovan Borðkrókur í Norðurlandahúsinum lata upp klokkan 21.00. Atgongumerki verða at fáa frá týsdegnum 29. november klokkan 10.00. Meira verður at frætta um konsertina á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum. www.nlh.fo
Teir sum eru við Deiggj eru Páll Lave, Dennis, Lave, Sverri Heinesen, Pætur Mohr Dam, Rani H. Christiansen og Fróði Vestergaard. Tøknikur er Jónas Block Danielsen.