Urtagarðseigarar bróta lógina við at drukna sniglar

Hesa tíðina kann vera skilagott at fara í hernað móti morsniglunum, sum plága flestu urtagarðar eisini í Føroyum. Í august verpa teir síni egg, og ein snigil kann eftir fáum vikum verða til 400 nýggjar sniglar.

Ymsir eru mátarnir at drepa óbodnu gestirnar. Summi stoyta kókandi vatn út yvir teir, onnur klippa teir sundur. Uppaftur onnur brúka ølfellur. Sniglarnir verða lokkaðir av ølluktinum og drukna í ølinum.

Men júst at drukna sniglarnar er djóraplága, sigur danska djóraverndarfelagið.

Tað ljóðar sum skemt. Men sniglar eru eisini umfataðir av verndarlógini, skrivar Jyllandsposten frá bolius.dk.

- Djóraverndarlógin umfatar øll djór. Ein snigil hevur somu rættindi sum hundur, ketta ella kúgv, sigur umboð fyri Dyrenes Beskyttelse.

Í donsku djóraverndarlógini sigur grein 13: "Den, der vil aflive et dyr, skal sikre sig, at dyret aflives så hurtigt og så smertefrit som muligt. Aflivning ved drukning må ikke finde sted."

Hetta er eisini galdandi fyri sniglar, hóast teir eru óynsktir og í hópatali, leggur danska djóraverndarfelagið dent á.

2013 er ikki serliga stórt sniglaár. Várið hevur verið kalt og turt nógvastaðni, og tað eru ikki góð gróðrarlíkindi fyri morsnigilin. Men í heitari veðri kann snigilin vaksa óvanliga skjótt, so danskir urtagarðseigarar munnu fara at finna nógvar og stórar morsniglar, um august verður heitur, skrivar Jyllandsposten.

(Mynd: Ole Lind - JP)