Lítla suðuramerikanska landið, Uruguay hevur enn einaferð gjørt vart við seg í altjóða fótbólti.
Fyri løtu síðani bleiv Uruguay staðfestur HM-vinnari í fótbólti fyri U20-manslandslið.
Í finaluni í U20-HM endaspælinum í Argentina vann Uruguay 1-0 á Italia.
Sigursmálskjútti hjá Uruguay gjørdist Luciano Rodriguez. Hann skoraði sigursmálið tá fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Luciano Rodriguez spælir við Liverpool í bestu uruguayansku fótbóltsdeildini.
Uruguay vann uppiborið. Teir høvdu fimm royndir á málið hjá Italia, meðan Italia onga roynd hevði á málið hjá Uruguay. Samlaða talið av málroyndum var 15-2 til Uruguay.
Hetta er fyrstu ferð Uruguay hevur vunnið HM-gull fyri U20-manslandslið. Tvær ferðir áður, í 1997 og í 2013 hava teir vunnið silvur.
Í morgin fara uruguayanska U20-heimsmeistararnir at vera fagnaðir í uruguayanska høvuðsstaðnum, Montevideo, har tey eru veruliga stolt av sína fótbóltssøgu.
Ísrael vann bronsu við at vinna 3-1 (1-1) á Suðurkorea í bronsudystinum. Hetta er fremsta úrslitið nakrantíð hjá Ísrael í altjóða fótbólti.
##med2##