Uruguay vann bólkin

Spenningurin hvarv tíðliga í dystinum, tá Uruguay gjørdi av við russisku vertirnar.

Tað vóru beinleiðis dystir um fyrsta og triðja pláss í bólki A, tá ið hol varð sett á triðja bólkaumfar í HM-kappingini seinnapartin. Vertslandið Russland dystaðist við Uruguay um at fáa fyrsta plássið í bólkinum, meðan Suadi Arabia og Egyptaland, sum bæði longu vóru úti úr HM frammanundan, dystaðust um triðja plássið.


Spenningurin vardi ikki leingi í dystinum ímillum Uruguay og Russland. Luis Suarez legði Uruguay á odda 1-0 við frísparki eftir 10 minuttum, og um hálvan fyrra hálvleik var Denis Cheryshev óheppin og varð skrásettur fyri eitt sjálvmál eftir eitt skot, ið rakti hann. Løtu seinni fekk Igor Smolnikov hjá Russlandi sítt seinna gula kort, og so var lítil og eingin spenningur eftir í dystinum.


Russland fekk onkra einkulta góða støðu í seinna hálvleiki, men tað var annars Uruguay, sum var omaná og eisini fekk sítt triðja mál beint áðrenn leiklok. Tað var PSG-áleyparin, Edinson Cavani, sum var fyrstur á einum returbólti og gjørdi tað til endaliga úrslitið, 3-0. Hetta var fyrsta málið hjá honum í hesum HM.


Í dystinum ímillum Egyptaland og Saudi Arabia legði Mohamed Salah Egyptaland á odda 1-0 um miðan fyrra hálvleik, men beint fyri hálvleikssteðgin fekk Saudi Arabia tvey brotsspørk. Tað fyrra varð misnýtt, men tað seinna sat í málinum. Tað var Salman Al-Faraj, sum skoraði tað, og so var hálvleiksstøðan 1-1.


Tað sá út til at fara at enda við 1-1-javnleiki, men í allarseinasta sekundi eydnaðist tað Saudi Arabia at skora til 2-1. Tað var Salem Al-Dawsari, sum stóð fyri málinum, og við 2-1-sigrinum er tað Saudi Arabia, ið endar nummar trý í bólkinum, meðan Egyptaland endar aftast við ongum stigi.


Tað er nú greitt, at Russland, sum vinnari av bólki A, skal spæla ímóti nummar tvey í bólki B. Tað verður Spania, Portugal ella Iran. Hvør av teimum trimum tað verður gerst greitt í kvøld, tá ið Iran-Portugal og Spania-Marokko spæla. Teir dystirnir byrja kl.19.00.


Uruguay – Russland 3-0 (2-0)

1-0: Luis Suarez, 10.

2-0: Denis Cheryshev, 23. (sjálvmál)

3-0: Edinson Cavani, 90.


Saudi Arabia – Egyptaland 2-1 (1-1)

0-1: Mohamed Salah, 22.

1-1: Salman Al-Faraj, 45. (brotsspark)

2-1: Salem Al-Dawsari, 90.+


Bólkur A

1. Uruguay, 9 stig

2. Russland, 6 stig

3. Saudi Arabia, 3 stig

4. Egyptaland, 0 stig