Uruguay vann seg í U20 HM-finaluna

Uruguay vann á sensasjónsliðinum, Ísrael í hálvfinaluni

Anderson Duarte skoraði sigursmálið hjá Uruguay

U20 HM-endaspælið í fótbólti er í Argentina í hesum døgum.

 

Í kvøld vera hálvfinalurnar avgreiddar.

 

Fyrra hálvfinalan millum Uruguay og sensasjónsliðið, Ísrael sum koppaði Brasil í fjórðingsfinaluni er júst liðug.

 

Úrslitið var, at Uruguay vann seg í U20 HM-finaluna fyri fyrstu ferð í 10 ár. Lítla suðuramerikanska landi eigur nógv glæsulig úrslit í søguni hjá uruguayanska A-landsliðnum. Dysturin endaði 1-0 til Uruguay.

 

Anderson Duartes skoraði sigursmálið tá ein tími var leiktur av dystinum.

 

Í U20 HM-finaluni, ið verður leikt sunnukvøldið møtir Uruguay antin Italia ella Suðurkorea.

 

Hálvfinalan millum Italia og Suðurkorea byrjar klokkan 22.

 

Fyrsta U20 HM-endaspælið var í 1977. Suðurkorea vann U20 HM-endaspælið í 2017. Tá vann Italia bronsu. Í bronsudystinum vann Italia á Uruguay aftaná brotssparkskapping. Uruguay vann U20 HM-silvur í 1997 og í 2013, men hevur ongantíð vunnið kappingina.

 

Ísrael, ið nú fer at fyrireika seg til bronsudystin hevur ongantíð áður verið millum fýra tey fremstu liðini í kappingini. 

 

 

 

 

 

Anderson Duarte skoraði sigursmálið hjá Uruguay