USA í diplomatiskum nevaleiki

Amerikanska stjórnin fer harðliga til verka fyri at fáa onnur lond at verja amerikanarar ímóti krígsbrotsmannadómstólinum í Haag. Ein uppgerð við Evropa er á veg, skrivar Washington Post.

Stjórnarumsitingin í Washington hevur sett sær fyri, at eingin amerikanari skal dragast fyri krígsbrotsmannadómstólin ICC, og nú verður stjórnin løgd undir at fyrireika seg til ein diplomatiskan nevaleik við at hótta við at taka hernaðarliga stuðulin frá londum, sum ikki vilja vátta, at tey fara at verja amerikanarar ímóti dómstólinum.

35 lond fingu gjáranáttina at vita, at tey fáa ikki meiri hernaðarstuðul úr USA í ár, og tey hava samstundis fingið at vita, at teirra nøvn fara ikki at standa á fíggjarlógini næsta ár. Samstundis sita embætismenn hjá stjórnini og kanna, hvørji onnur lond skulu fáa somu ella líknandi boð, skrivar Washington Post.

Fleiri lond kenna seg illa viðfarin. Ein talsmaður hjá litavisku stjórnini sigur við amerikanska blaðið, at Litava hevur stuðlað USA í stríðnum ímóti yvirgangi, og harafturat sendi landið hermenn til Afghanistan. Næsta ár verður landið limur í NATO og hevur brúk fyri amerikanskum stuðuli.

Eitt annað land er Kroatia. USA hevur seinastu árini lagt stórt trýst á kroatisku myndugleikarnar fyri at fáa teir at útflýggja krígsbrotsmannadómstólinum í Haag sínar krígsbrotsmenn, men nú vil amerikanska stjórnin hava landið at skriva undir uppá, at tað fer ikki at útflýggja amerikanarar til rættarsókn í Haag.

-Vit kunnu ikki tosa við tveimum tungum, sigur kroatiski sendiharrin í USA, Ivan Grdesic, við Washington Post.

Talsmaðurin hjá amerikanska uttanríkisráðnum, Richard Boucher, gjørdi fyrr í vikuni greitt, at stjórnin leggur sera stóran dent á at fáa avtalu við flest møgulig lond um at at verja amerikanarar ímóti krígsbrotsmannadómstólinum.

-Tey lond, sum ikki skriva undir, og sum fáa hernaðarstuðul hiðani, skulu rokna við broytingum í viðurskiftunum, segði hann.