USA er tvíbýtt um vápnastuðul til Ukraina

Bert 32 prosent av republikansku veljarunum í USA siga, at USA eigur at stuðla Ukraina hernaðarliga - og 68 prosent eru ímóti. Millum demokratisku veljararnar eru 72 prosent fyri og 28 ímóti

Bara ein stívligur helmingurin av amerikanarum stuðla Ukraina í russiska álopskrígnum móti grannalandinum. Tað vísir ein meiningakanning, sum CBS News og YouGov hava gjørt.

 

Kanningin varð gjørt fyri skeldaríið, sum tók seg upp millum amerikanska forsetan, Donald Trump og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj í ovalu skrivstovuni í Hvítu Húsunum.

 

Sambært kanningini hjá CBS News og YouGov siga 52 prosent av amerikanarunum seg stuðla Ukraina. Hinvegin siga heili 44 prosent, at tey stuðla hvørgum av pørtunum í krígnum í Ukraina.

 

Um spurningin, hvørt USA eigur at senda hernaðarhjálp til Ukraina, eru amerikanarar eisini tvíbýttir. Her siga 51 prosent, at USA eigur at senda Ukraina hernaðarstuðul - og 49 prosent eru ímóti.

 

Bert 32 prosent av republikansku veljarunum siga, at USA eigur at stuðla Ukraina hernaðarliga - og 68 prosent eru ímóti. Millum demokratisku veljararnar eru 72 prosent fyri og 28 prosent ímóti.