USA fer fyri fyrstu ferð síðani kalda kríggið at seta langtrøkkandi rakettir og onnur vápn upp í Týsklandi.
Tað siga londini í einari fráboðan eftir Nato-toppfund í Washington í gjár.
Høvuðsorsøkin til hesa avgerð er kríggið í Ukraina.
Ritzau skrivar, at ætlanin er, at USA frá 2026 fer at seta Tomahawk-rakettir og onnur sløg av rakettum og vápnum upp í Týsklandi. Tomahawk-rakettir kunnu raka mál 2000 kilometrar burtur.
Í 1970'unum og 1980'unum høvdu USA og táverandi Sovjetsamveldið langtrøkkandi rakettir standandi í europeiskum londum ávikavist vestanfyri og eystanfyri sonevnda jarntjaldið.