Pentagon boðar í dag frá, at USA fer at upplæra og venja ukrainskar F-16 flogskiparar í september.
– Flogskipararnir fáa undirvísing í enskum á Lackland flogstøðini í San Antonia, Texas í september áðrenn flogvenjing í Arizona mánaðin eftir, sigur Pat Ryder, talsmaður í Pentagon.
Noreg boðaði í dag frá, at tey fara at lata Ukraina F-16 stríðsflogfør.
Boðini komu frá norska forsætisráðharranum, Jonas Gahr Støre undir eini vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv seinnapartin.
– Smálutunum um tal og tíðarætlan fyri veitingini venda vit aftur til, sigur hann sambært VG.
Noreg fylgir harvið eftir Danmark og Hollandi, sum um vikuskiftið lótu Ukraina F-16 stríðsflogfør.
Danmark hevur boðað frá, at landið letur 19 stríðsflogfør, meðan talið av flogførum úr Hollandi enn ikki enn er alment váttað.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur eisini vitjað í Svøríki við áheitan um at fáa stríðsflogfør, men tí ynskinum hevur svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, ikki eftirlíkað.
Svenski Javnaðarflokkurin hevur í dag givið til kennar, at tey vilja stuðla, at Ukraina fær svensku Gripen flogfør.
– Um offensivurin hjá Ukraina skal eydnast, so má flogvápnið styrkjast, segði forkvinnan hjá svenska Javnaðarflokkinum, Magdalena Andersson, og legði afturat:
– Vit kunnu ikki lata Russland vinna. Gripen fer at gera góðan mun fyri Ukraina, legði hon dent á.
/ritzau/AFP