USA fingið nýggja arktiska strategi

Nýggja strategiin leggur áherðslu á samstarv við sameind

Amerikanski vararáðharrin í verjumálum, Kathleen Hicks, kunngjørdi nýggju strategiina á einum tíðindafundi í Pentagon

Amerikanska verjumálaráðið kunngjørdi í gjárkvøldið eina dagførda arktiska strategi. Tað skrivar amerikanska verjumálaráðið í einum tíðindaskrivi. Kathleen Hicks, vararáðharri í verjumálum, legði áherðslu á strategiska týdningin, arktiska hevur amerikanska tjóðartrygd.

 

– Arktiska økið er avgerandi fyri okkara verjuskyldur og verjuna av okkara heimlandi og amerikanskum suvereniteti, segði Hicks. Hon vísti á, at endamálið við nýggju strategiini er at arktiska økið verður verandi eit friðarligt og støðugt øki.

 

Í nýggju strategiini verður áherðsla løgd á samstarv við sameind – m.a. teir tveir nýggju NATO-sameindu, Finnland og Svørríki – og tað eru serliga Russland og Kina, sum bæði hava áhuga í arktiska økinum, sum verða lýst sum ein hóttan móti amerikanskari trygd og friði í arktiska økinum. Roknast kann tí við, at USA fer at seta sínum sameindu, m.a. Danmark, fleiri krøv í samband við verjuna av Arktis.

 

Strategiin byggir á tríggjar meginreglur:

 

  1. Styrkt eftirlit: styrkja eftirlitsmøguleikarnar og -førleikarnar (ISR - ‘Intelligence, surveillance, and reconnaissance’) í Arktis
  2. Samstarv við sameind: styrkja samstarvið við sameind, við m.a. at at økja um skipanarligt sínamillumvirkni og operationallu fatanina av Arktis
  3. Hjávera: regluligar venjingar og operatiónir til tess at ræða fíggindar og styrkja amerikanska heimlandsverju

 

Øll strategiin kann lesast á heimasíðuni hjá amerikanska verjumálaráðnum

 

 

 

Amerikanski vararáðharrin í verjumálum, Kathleen Hicks, kunngjørdi nýggju strategiina á einum tíðindafundi í Pentagon