USA fyrireikar stórálop á Irak

Ætlanin er at nýta bæði flogfør og hermenn í álopinum.

Amerikanska blaðið The New York Times skrivar, at amerikanska herleiðslan fyrireikar eitt stórálop á Irak.
Sambært upplýsingum, sum blaðið hevur fingið fatur á, ætlar herleiðslan at lata hermenn í tíggjutúsundatali gera innrás úr grannalandinum Kuwait, samstundis sum flogfør skulu søkja at týðandi málum.
Endamálið við álopinum er at fella irakska forsetan, Saddam Hussein.
Amerikanski forsetin, George W. Bush, hevur fleiri ferðir sagt alment, at eitt av málum hansara er at fáa Saddam Hussein av vegnum, men higartil hevur hann ikki viljað sagt, hvussu hann ætlar sær at fullføra málið.