USA gevst í Irak

Innan árslok verða allir amerikanskir hermenn og hernaðarligir ráðgevar tiknir úr Irak. Tað kunngjørdi Barack Obama, forseti, seinnapartin. Hann upplýsti samstundis, at irakski forsætisráðharrin, Nuri al-Maliki, fer til Washington seinni í ár.

Tað hevur ljóðað, at irakar vildu hava nakrar túsund amerikanskar hernaðarráðgevar at halda fram aftan á nýggjár, men nú sigur Obama, at teir fara eisini heim í ár.

USA hevur mist meiri enn 4.000 hermenn í Irak síðani innrásina í 2003.