USA hevur góðkent eina vápnasølu til Taiwan, sum hevur eitt virðið av stívliga 70 milliónum krónum. Í pakkanum eru eitt nú rakettskipanir, kanónir, pansaraverjurakettir og dronur.
Í Taiwan fegnast tey um avtaluna, meðan Kina sigur, at avtalan hóttir friðin og støðufestið í Taiwansundinum, ið er sundið millum kinesiska meginlandið og Taiwan.
Bæði í USA og Taiwan verður hildið, at friður í Taiwansundinum og í kyrrahavsøkinum hevur stóran týdning fyri trygdina og vælstandin hjá heimssamfelagnum.
Í Kina fýlast tey hinvegin harðliga at vápnaavtaluni.
- Amerikanska sølan skaðar friðin og støðufestið í Taiwansundinum, og vit fordøma avtaluna upp á tað harðasta, sigur eitt talsfólk fyri kinesiska uttanríkisráðið við Reuters.










