USA: Ísrael fær ein mánað at bøta viðurskiftini í Gaza

USA hóttir við at halda aftur vápnaveitingunum, um Ísrael ikki bøtir um humaniteru støðuna í Gaza.

Ung leita týsdagin eftir onkrum gagnligum í einum ruskiøki nærhendis býnin Khan Yunis í Suðurgaza. - Mynd: Bashar Taleb/Ritzau

Humanitera støðan hjá palestinarum í Gazageiranum skal bøtast, og tað skal gerast skjótt, stendur í skrivi, sum ísraelska stjórnin hevur fingið úr USA.

Brævið er undirskrivað av amerikanska uttanríkisráðharranum, Antony Blinken, og Lloyd Austin, verjumálaráðharra.

Teir báðir ovastu ráðharrarnir í amerikansku umsitingini skriva, at næstu 30 dagarnar skal Ísrael taka stig til at bøta um humaniteru støðuna í Gaza.

Annars er Ísrael í vanda fyri rættarmáli, sum kann ávirka amerikansku hernaðarhjálpina til Ísrael.

Sivilfólkið í Gazageiranum hevur verið mitt í stríðnum millum Ísrael og Hamas-rørsluna í yvir eitt ár, sum kveikti stríðið eftir álopið á Ísrael 7. oktober 2023.

Hamas drap 1.200 ísraelar og tók 250 gíslar hendan dagin. Tað fekk Ísrael at gera innrás í Gaza fyri at vinna á Hamas, og kríggið hevur verið síðani.

Nærum allir av teimum 2,3 milliónum palestinarunum í Gaza hava fleiri ferðir verið noyddir at flýggja í økinum, har 42.000 hava verið fráboðað dripin.

Ísrael hevur fleiri ferðir fingið kritikk fyri at forða fyri neyðhjálp.

Blaðið Times of Israel endurgevur úr brævinum frá Blinken og Austin. Har stendur millum annað, at Ísrael hevur innført eina røð av ábøtum, tá tað snýr seg um veiting av hjálp til Gaza.

Tað lovaði Ísrael eisini at gera í vár.

- Men nøgdin av hjálp, sum verður veitt, er fallin við meira enn 50 prosentum, skriva tey.

Tey siga víðari, at hjálpin, sum kom inn í Gaza í september, var minsta hjálpin í ein mánað seinasta árið.

- Fyri at venda hesi niðurgongd á menniskjaliga økinum, og fyri at liva upp til tær trygdir, vit hava fingið, skal Ísrael virka eftir fylgjandi ítøkiligum tiltøkum frá nú av og um 30 dagar, stendur í fráboðanini, og eftir sum ein røð av tilmælum eru lýstar.

Tey miðsavna seg um trý øki, skrivar Times of Israel.

Tað er meira menniskjalig hjálp her til vetrarbyrjan, trygg hjálp umvegis Jordan og at enda eitt steðg til avbyrgingina av Norðurgaza.

Ritzau/Reuters

 

Ung leita týsdagin eftir onkrum gagnligum í einum ruskiøki nærhendis býnin Khan Yunis í Suðurgaza. - Mynd: Bashar Taleb/Ritzau