Fyrrverandi amerikanski forsetin var gestarøðari á landsfundinum hjá bretska arbeiðaraflokkinum Labour, og sum væntað snúði ein partur av røðuni seg um Irak.kreppuna.
Bill Clinton tók undir við kravinum hjá amerikansku stjórnini um, at ST eigur at gera eina nýggja samtykt um Irak, og at vápnaeftirlitsmenninir skulu hava frítt at fara í Irak. Hann helt, at fæst semja um hetta, slepst undan einum amerikanskum álopi.
Í røðuni segði Bill Clinton, at vápnaeftirlitsmenninir hjá ST fingu góð úrslit, tá teir vóru í Irak í nítiárunum. Hann vísti á, at tá eftirlitsmenninir vórðu riknir úr Irak í 1998, høvdu teir oyðilagt fleiri kemisk og bioplogisk vápn, enn Flógvakríggið oyðilegði.
Clinton fanst ikki beinleiðis at ætlanini hjá George W. Bush, forseta at leypa á Irak og Saddam Hussein, men hann legði dent á, at altjóða stovnar sum ST hava stóran týdning fyri heimsins framtíð.
-USA kann leiða heimin ímóti einari betri samveru, men vit kunnu ikki noyða hann til tess ella stýra honum, segði Bill Clinton.
Oljan sum vápn
Í Malaysia ávarar landsins forsætisráðharri, Mahathir Mohamad, um, at tey islamsku londini kunnu fara at nýta oljuna sum vápn, verður Irak álopið.
-Oljan er tað einasta, sum tey islamsku londini hava, og sum umheiminum tørvar. Eru vit veik, verða vit misnýtt, og í dag síggja vit, at muslimar um allan heimin verða misnýttir. Skulu vit sleppa undan tí, noyðast vit at vera sterk. Vit eiga at loysa okkum frá øðrum og útvega okkum kunnleika, sigur malaysiski forsætisráðharrin við fronsku tíðindastovuna AFP.
Hann leggur afturat, at gera tey ialsmsku londini av at skerja oljuframleiðsluna, hækkar prísurinog tað kann nýtast sum vápn til tess at verja áhugamál muslimanna, heldur hann.
Mahathir Mohamad, sum hevur verið stjórnarleiðari í Malaysia í 21 ár, tekur næsta ár við sum formaður í islamska heimsráðnum. Síðani yvirgangsatsóknirnar at USA hevur hann verið talsmaður hjá teimum hóvligu muslimunum, og hann hevur fingið rós úr USA, tí hann hevur stuðlað bardagan ímóti altjóða yvirgangi.