USA letur upp fyri ferðandi í november

So fer umsíðir aftur at bera til at ferðast til New York ella Florida. Um tú ert koppsettur.

 

Skjótt kunnu koppsettir evropearar ferðast til USA aftur og síggja frælsisgudinnuna í New York. - Foto: Mark Lennihan/Ritzau Scanpix

USA slakar upp á innferðarreglarnar fyri útlendsk ferðafólk fyrst í november. Tað sigur Jeffrey Zients, sum er koronuðsamskipari hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden, sambært tíðindastovuni AFP.

Áður hava keldur í amerikanska samveldishøvuðsstaðnum, Washington D. C., sagt við tíðindastovuna Reuters og sjónvarpsstøðina CNN, at slakingin fór at vera fyri borgarar úr ES og Bretlandi.

USA hevur verið stongt fyri ferðandi í 18 mánaðir undir koronufarsóttini.

Sambært upplýsingum er slakanin galdandi fyri fólk, sum eru koppsett ímóti covid-19.

– Tað týdningarmesta er, at tað krevst, at útlendingar, sum flúgva til USA, skulu vera liðugt koppsettir ímóti covid-19, sigur Zients.

Hann sigur, at ferðafólk skulu prógva, at tey eru koppsett, áðrenn tey fara umborð á eitt flogfar til USA.

Tey skulu eisini vísa eina reina covid-19-test, sum er hægst tríggjar dagar gomul, skrivar AFP.

Tað verður ikki greitt nærri frá, hvussu slakað verður.

Tað eru heldur ikki greitt, um nýggju reglarnar bert galda fyri persónar, sum eru koppsettir við koppingarevni, sum er góðkent í USA.

Tað eru koppingarevni úr Russlandi og Kina eitt nú ikki.

AstraZeneca er heldur ikki goðkent í USA, men verður nógv brúkt í ES og í Bretlandi.

CNN skrivar, at USA er í ferð við at gera eina skipan, har flogfeløg verða tikin við í sambandi við smittusporing.

Talan er um, at ferðaflólk til USA skulu lata telefonnummar og teldupostadressu, og so skal tað boðast ferðafólkum frá, um onkur smittaður er við í flogfarinum – júst so sum vit kenna so væl í Føroyum.

Flogfeløg fáa boð um at goyma sporingarupplýsingarnar í 30 dagar.

 

/ritzau/Reuters

 


 

 

 

Skjótt kunnu koppsettir evropearar ferðast til USA aftur og síggja frælsisgudinnuna í New York. - Foto: Mark Lennihan/Ritzau Scanpix