Steve Witkoff er serligur sendimaður hjá USA, og hann hevur í fleiri umførum hitt russiska forsetan, Vladimir Putin. Í løtuni er ikki greitt, hvørji umboð fyri USA og Ukraina fara at hittast í Florida

USA og Russland hittast til Ukraina-samrøðu í Florida

Hetta verður upplýst úr Hvítu Húsunum, veit tíðindastovan AFP at siga

Steve Witkoff er serligur sendimaður hjá USA, og hann hevur í fleiri umførum hitt russiska forsetan, Vladimir Putin. Í løtuni er ikki greitt, hvørji umboð fyri USA og Ukraina fara at hittast í Florida

Tíðindastovan AFP veit at siga, at USA og Russland fara at hittast til Ukraina-samrøður í Florida.

Sagt verður, at talan verður um samráðingarfólk úr báðum londunum, og tíðindini um fundin eru úr Hvítu Húsunum.

Samrøðurnar í Florida verða, eftir at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur verið positivur um framgongdina í samráðingunum.

Hesar samráðingar vóru í Berlin herfyri.

Tá hittust umboð úr Ukraina, USA og Evropa, har londini umrøddu eina ætlan, sum vónandi kann fáa ein enda á krígnum í Ukraina.

Higartil hevur einki verið sagt um, hvørji umboðini fyri londini eru, sum nú skulu hittast um Ukraina-samrøður í Florida.