USA samtykt koronupakka á 900 milliardir dollarar

Amerikanskir borgarar í neyð kunnu vænta sær 600 dollarar í hondina

Amerikanska kongressin hevur loksins samtykt covid-19 hjálparpakkan eftir fleiri mánaðir av stríði um pakkan.

Hjálparpakkin er áljóðandi 900 milliardir dollarar, og skal millum annað nýtast sum beinleiðis peningastuðul til borgarar og vinnufyritøkur. Senatið samtykti pakkan í dag, bert fáar tímar eftir, at umboðsmannatingið hevði samtykt pakkan.

Í hjálparpakkanum er millum annað eitt eingangsútgjald á 600 dollarar til borgaran, umframt at arbeiðsloysistuðulin økist við 300 dollarum um vikuna.

Hóast pakkin er samtyktur, eru ikki allir tingmenn, ið eru eins fegnir um hann. Lógarteksturin til hjálparpakkan er um 5600 síður til longdar, og av tí sama hevur verið púra ómøguligt at lesa tekstin ígjøgnum.

Tað væntast, at Donald Trump, forseti, fer at skriva undir lógarpakkan uttan hóvasták, sigur BBC.

Joe Biden, komandi forseti, segði á Twitter, at hann tók undir við og fagnaði hjálparpakkanum, men at kongressin má beint til arbeiðis eftir nýggjár at stuðla ætlaðu koronuætlanini hjá komandi stjórnini.