USA setir vápnasølu til Taiwan í bíðistøðu

Orsøkin er amerikanska kríggið móti Iran

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sett eina vápnaveiting til Taiwan á 14 milliardir dollarar í bíðistøðu.

 

- Orsøkin er kríggið við Iran, sigur ráðharrin fyri amerikanska herflotanum, Hung Cao.

 

Hann vísir á, at USA setir vápnasøluna í bíðistøði fyri at tryggja, at USA hevur nóg mikið av lóðuri til "Epic Fury", sum átakið í Iran verður rópt.

 

Hetta segði herflotaráðharrin í einari hoyring í amerikansku kongressini í gjár.

 

- Vit vilja bara tryggja okkum, at vit hava alt, sum okkum tørvar, og vápnasølan úr USA fer at halda fram, tá umsitingin heldur, at tíðin er komin.

 

Sambært útlendskum miðlum í morgun hevur amerikanska uttanríkisráðið ikki gjørt viðmerkingar til útsøgnina hjá herflotaráðharranum.

 

##med2##

 

 

 

Hung Cao saman við amerikanska forsetanum, Donald Trump